Ternan aftur í meistaradeildini hjá kvinnum

Ternan verður aftur at síggja í meistaradeildini hjá kvinnum

Ternan verður aftur at síggja í meistaradeildini hjá kvinnum. Hóast tað ofta er spældur flogbóltur á Toftum undir navninum B68, var tað ikki fyrr enn nýggja fimleikahøllin stóð klár í 2008, at flogbólturin veruliga fekk luft undir veingirnar á Toftum. Fyrstu árini undir gamla navninum B68, áðrenn Flogbóltsfelagið Ternan, varð stovnað fyri 12 árum síðani.

 

Fyrstu árini spældi Ternan eisini í bestu deildini, og eftir ein steðg á nøkur ár, fara kvinnurnar so aftur komandi kappingarár, at spæla í meistaradeildini, sum nevnist Føroya Tele-deildin. Seinnu árini hevur Ternan havt tvey lið í 1. deild, sum er næstbesta deildin og í fjør vann Ternan seg aftur upp í bestu deildina.

 

Seinastu tvey árini, hevur 36 ára gamli havnarmaðurin Ian Dam - við nógvum royndum, sum bæði spælari og venjari í Fleyr - verið venjari hjá kvinnunum, har tað hevur verið ein samansjóðing av ungum evnaríkum spælarum og meiri royndum spælarum.

 

Sambært Ian Dam, hava kvinnurnar hesi tvey árini, ment seg nógv sum lið, og hava tær eisini víst, at áhugin fyri at læra og gerast betur, er við at røkka teimum málum tær hava sett sær fyri. Úrslitini hava verið góð og hava kvinnurnar eisini sum heild megnað, at rokkið teimum málum, ið sett vórðu. Hetta hevur samstundis verið við til, at seta ferð á okkara visión um, hvar Ternan eigur at spæla framyvir.

 

- Kvinnurnar eru sera spentar uppá komandi kappingarár og avbjóðingina, at spæla á hægri stigi. Tað verða ikki nógvar broytingar, men vit hava lagt eina miðvísa strategi, sum fer at avspegla okkara spæl. Vit hava eina spennandi kombinatión av spælarum og vit gleða okkum, at spæla komandi kappingarár við vón um, at okkara strategi og málsetningur verður rokkin, skrivar Ternan, og leggur afturat:

 

- Endamáli við okkara verkætlan er, at vit sum lið og felag, koma at menna okkum við tíðini og at kveikja um áhugan fyri flogbóltinum á Toftum. Ternan er í stórari menning, telur umleið 150 limir og hevur lið í flestu deildum. Nevndin er eisini sera spent uppá komandi kappingarár hjá kvinnunum og vónar at síggja nógv viðhaldsfólk í høllini komandi kappingarár.