Terji undirhelt

Terji Rasmussen heldur seg ikki aftur, tá okkurt serligt fer fram í Nólsoy.

Terji Rasmussen heldur seg ikki aftur, tá okkurt serligt fer fram í Nólsoy.

 

Í gjárkvøldið var 40 ára føðingardagur úti í Nólsoy. Tað var Ann-Mari av Skarði, sum rundaði tey 40, og har vóru nógvir gestir komnir á gátt.

 

Ann-Mari er lærari í Kommunuskúlanum í Havn, og haðani vóru nógvir lærarar komnir um fjørðin í hennara føðingardag. Væl av nólsoyingum vóru sjálvandi eisini komnir í føðingardag, tgí Ann-Mari er væl lýdd millum fólk sum heild.

 

Teirra millum var eisini Terji Rasmussen, og sum ikki einaferð, hevði hann gittaran við. Hann nýtti tí høvið at spæla einar tveir-tríggjar sangir, og tað var sjálvandi væl dámt, bæði av Ann-Mari og av føðingardagsgestunum sum heild.