Terji Rasmussen er maðurin aftan fyri ársins átak 2019. Hann hevur seinastu fýra árini skipað fyri konsertum í barr síni í Nólsoy, Maggie's, og meginparturin av hesum konsertunum eru skjalfestar á ljóð og video. 52 av konsertunum, sum vóru í Maggie's í fjør eru at síggja og hoyra á upptøku í dag.
Tá Terji skuldi taka ímóti FMA-virðislønini, tók tað eina løtu, áðrenn hann kom inn á pallin. Men hann kom so:
- Eg fekk mær akkurát ein gu, segði hann og fekk allan salin at skella í látri.
- Hjartans takk, øll somul! Kona mín Margret og eg eru ómetaliga glað fyri hendan heiður. Uttan Hans Kristian Eyðunsson, sum hevur tikið alt upp á video, hevði hetta ikki borið til. Túsund takk, segði Terji Rasmussen og kom við einum ordans lyfti:
- Næsta ár komi eg aftur eftir virðislønini fyri ársins sang.
Hetta er vert at fagna
Torleik Mortensen og Kristian Blak handaðu virðislønina:
- Terji Rasmussen hevur dokumenterað føroyskan tónleik. Higartil eru yvir 30 upptøkur komnar út á YouTube rásini hjá Maggie’s - og tað er vert at fagna!
Konsertirnar verða allar lagdar út á YouTube síðuna hjá Maggie’s, og konsertupptøkurnar eru nógvar í tali nú. Her sæst ein upptøka av konsertini hjá JASMIN í Maggie’s í fjør:
<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/bJYsX1FVWGM" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>
Í 2014 gjørdist HOYMA ársins átak, í 2015 spælistaðið Reinsaríið, í 2016 Loftbrúgvin, í 2017 Listastovan í Vágum og í 2018 var tað Gittarting.