Terji og Tim á Ólavsøku

Tim Christensen verður høvuðsnavnið á eini av teimum mest lovandi Ólavssøkukonsertunum í nógv ár. Hetta váttar Føroya Undirhaldstónleikarafelag fyri Sosialinum. Danski gittargudurin, sangarin og sangskrivarin, endar sína summarrundferð í Føroyum, ein rundferð sum m.a. fevnir um tær ótrúliga vælumtóktu Grønu konsertirnar

Umframt danska høvuðsnavnið verður ein annar danskur bólkur við, tað er Supersonic, sum er nýggi bólkurin hjá Chasesangaranum Edmund Jakobsen. Eisini verða nakrir av bestu føroysku bólkunum at hoyra. Føroyska høvuðsnavnið er upprunaliga útgávan av Terja og Føstufressum. Go Go Blues verða eisini við, umframt Synarchy, Paradox, Side Effect, Dejavu og Eager to Please

Ein maður fyri menn og kvinnur
Tim Christensen er kanska størsta navn í donskum tónleiki í nýggjari tíð. Í fyrru helvt av 90?árunum legði hann allar rokkelskarar fyri føtur sínar við rokkbólkinum Dizzy Mizz Lizzy, sum eisini gjørdi um seg uttan fyri Danmark.
Síðan Dizzy Mizz Lizzy gavst, hevur Tim Christensen givið fleiri fløgur út í egnum navni. Tann seinasta av hesum, Honey Burst, vísti ein nógv friðarligari Tim Christensen, serliga var tað lagið Right next to the right one«, sum hittaði stórt í Danmark. Eisini í Føroyum var lagið ein landaplága. Tað gjørdi m. a. veruliga um seg á 15 teimum bestu.
Lagið var eyðkennislag í sjónvarpsrøðini »Nikolaj og Julie«, og sjónvarpsrøðin og friðarligi tónleikurin gjørdi Tim Christensen væl umtóktan eisini millum kvinnur.

Bestu ljóðumstøður
Ólavsøkukonsertin hevur ligið í samráðingum við Tim Christensen leingi, men serliga tøkniligu krøvini hava verið stór. Men hesir trupulleikar eru nú loystir. Partar av ljóðútgerðini verða leigaðir úr Danmark, eitt nú verður tann ljóðblandingspulturin, sum Queen brúka á síni rundferð brúktur á Ólavssøkukonsertini.
Eisini verða bestu ljóðmenn í landinum og onkur úr Danmark brúktir. Kaj Johannesen formaður í FUT sigur, at tað er týdningarmikið at karmarnir verða so góðir sum møguligt. Hóast Tim Christensen hevur sínar egnu ljóðmenn við, so skulu góðir ljóðmenn tryggja, at eisini hinir bólkarnir ljóða væl. Alexandur Gaard, Jón McBirnie, Jónas Bloch Danielsen og Ulysseus Bloch skulu tryggja góðskuna. Hetta eru alt menn við sera nógvum royndum. Teir tríggir føroysku munnu vera teir bestu í landinum, meðan Ulysseus er dani og hevur arbeitt sum ljóðmaður í danska tónleikaídnaðinum í nógv ár.

Terji og Føstufressar
Terji og Føstufressar góvu fyrst í 90?árunum kanska bestu føroysku fløguna nakrantíð út, henda manningin, sum telir nakrar av bestu føroysku tónleikarunum, eru teir upprunaligu handverkararnir aftan fyri løg sum »Mamma«, »Lívið er okkara gáta«, »Kvøld á Tinganesið«, »Apokalypsa« og »Á ferð til dreymaland«.