Terji og kettlingarnir til Danmarkar

Barnafløgan Terji & Kettlingarnir kom út í november mánaða. Fløgan hevur ikki fingið so nógva umrøðu í fjølmiðlunum, men hóast tað, so varð fyrsta uppleggið uppá 1000 fløgur útselt til jólar. Nú vísir tað seg, at fløgan er á veg til Danmarkar, har hon skal út á danska marknaðin við donskum teksti, men sama tónleiki

Fløguútgáva

Terji og Kettlingarnir. Ein fitt føroysk barnafløga við 13 løgum og harafturat er ein søga í endanum um eina kettu, sum fangar mýs á løgmansskrivstovuni, og harumframt kann hon eisini nýtast til teldur. Stjórin á fyritøkuni DCM, sum hevur staðið fyri at prenta fløgurnar, hevur nú sett seg í samband við Terja Rasmussen, tí hann hevur áhuga í at geva sangirnar út í Danmark við donskum teksti, men tónleikinum hjá Terja.
? Eg má siga, at eg gjørdist heilt kløkkur tá hann ringdi, sigur Terji Rasmussen. ? Tær ferðirnar eg havi verið við til at givið eina fløgu út, havi eg ongantíð havt nakað samband við teir sum prenta og gera fløgurnar. Vit senda bara tilfarið niður og so taka teir sær av restini.

Rugbreyð, ikki candyfloss

Stjórin í DCM sigur, at hann hoyrir, at tónleikurin er rugbreyð, og ikki candyfloss. Hann er ikki sum hinar døgnflugurnar ? góðs er í. Hann skilti ikki tekstin sjálvandi, men hann hevði spælt fløguna umaftur og umaftur heima, og eisini roynt hana fyri børnunum í familjuni, og tað vísti seg at rigga fínt.
? Tað er DCM, ein lýsingarfyritøka og Flemming Hanson, ið hava ætlanir um at gera eitt plátufelag, og ætlanin er tí at byggja felagið upp rundan um hesa fløguna. Terji & Kettlingarnir skal so vera fyrsta fløgan teir geva út, greiðir Terji frá. ? Anker Eli, sum saman við mær gjørdi søguna til fløguna, er nú farin í holt við at umseta og umskriva tekstin. Nú gongur søgan fyri seg í kanalunum í Keypmannahavn ístaðin fyri í Sandageri, og fangar kettan mýs á Christiansborg ístaðin fyri á løgmansskrivstovuni.

20.000 eintøk og trý videoløg

Málið er at selja 20.000 eintøk av fløguni í Danmark. Alt annað verður roknað fyri ein fiasko. Minst eitt videolag skal gerast, men helst trý.
? Hetta er ein millióna íløga, greiðir Terji frá. ? Í Føroyum er tað soleiðis, at allar fløguverkætlanir sum fara í gongd eru rættiliga bíligar. Líkamikið hvat tú gert, so er tað ein so lítil íløga sum møguligt, og tað skal gerast so skjótt sum møguligt. Danir duga als ikki at skilja, at føroyingar klára at gera fløgur fyri so lítið av peningi. Ein fløguútgáva kostar millum 100.000 og 200.000 krónur í Føroyum.
Ætlanin er, at fløgan skal koma út antin í ár ella fyrst næsta ár. Tónleikurin skal ikki gerast umaftur, men bara røddirnar syngjast inn á nýggjum av donskum børnum. Terji skal helst sjálvur syngja sangirnar, sum hann syngur á føroysku fløguni harímillum Hodja úr Pjort, og James skal eisini syngja Hundalív, sum hann syngur á fløguni.
Ikki er rættiliga vist enn nær fløgan kemur út. Talan er helst um seinni í ár, ella fyrst í næsta ári.