Í dag, mikudagin 20. juli, verður Terji á Lakjuni 50 ár. Hann er leiðari í Stuðulsstovninum, sum hevur við stuðulin til føroyingar undir útbúgving at gera.
Terji er fuglfirðingur. Foreldrini eru Maria og Jákup Oluf á Lakjuni. Pápin doyði 4. desember 1999, og Mia býr framvegis í húsunum, sum vóru trygt barnaheim hjá Terja og brøðrum hansara. Teir eru seks brøður: Victor, Páll, Harry, Jógvan, Terji og Eyðun. Victor býr í Klaksvík, og allir hinir búgva í Fuglafirði.
Eftir at hann í 1976 hevði lokið studentsprógv í Hoydølum, royndi Terji eitt sindur av hvørjum. Hann var eitt nú vikarur í fólkaskúlanum, og so var hann okkurt rendi til skips. Í 1978 fór Terji til Bergen at lesa sálarfrøði á lærda háskúlanum har. Eftir at hava verið har í tvey ár, var hann aftur í Føroyum í eitt ár, og síðani flutti hann til Danmarkar, har hann las sálarfrøði og samfelagsfrøði á Roskilde Universitetscenter.
Í 1987 var Terji liðugur við lesturin. Hetta sama árið fekk Terji starv á Føroya Handilsskúla. Fyrstu árini arbeiddi hann í Havnini, men tá ið skúlin í Eysturoy í 1989 gjørdist dagskúli, flutti hann hagar at arbeiða. Fyrsta árið var skúlin í Fuglafirði, og síðani 1990 hevur skúlin verið á Kambsdali.
Umframt at undirvísa í lærugreinum, sum hann hevði útbúgving í, var Terji eisini lestrarvegleiðari á Handilsskúlanum.
Í juni í 1999 gjørdist Terji leiðari á Stuðulsstovninum, og har hevur hann verið síðani.
Terji giftist 9. januar í 1981 við Sunnuvu, sum er ættað úr Havnini. Hon er elst av teimum fýra børnunum hjá Maritu og Leivur F. Guttesen, sum nú búgva í Hoyvík. Sunnuva tók prógv sum sjúkrasystir, meðan tey búðu á Solbakken í Keypmannahavn. Hon hevur í fleiri ár arbeitt innan Heimarøktina, og nú er hon leiðari í sambýlunum Giljagarði í Leirvík og Gøtubrá í Gøtu.
Sunnuva og Terji eiga trý børn: Leivur, sum er føddur 21. september í 1983, Jákup, sum er føddur 1. juli í 1987, og Marita, sum er fødd 6. desember í 1991. Hugnaliga heimið hjá teimum er miðskeiðis í bygdini, og sum tað eisini var, tá ið tey búðu í Keypmannahavn, so er gestablídnið stórt.
Terji hevur í mong ár verið sunnudagsskúlalærari í Siloa, har hann er komin so langt, sum hann kann minnast. Frá 1993 og í níggju ár var Terji formaður í skúlanevndini í Fuglafirði. Terji hevur eisini verið virkin í ÍF, har hann serliga hevur havt ábyrgd av badminton, sum bæði honum og synunum dámar væl at spæla.
Føðingardagin heldur Terji í Siloa, har tað er opið hús frá klokkan 21.










