Talv: Nú fimm umfør eru telvað í FM-kappingini í talvi fyri eintaklingar á Giljanesi, hevur Terji Petersen, úr Klaksvík, lagt seg á odda í landsliðsbólkinum – hálvtannað stig framman fyri restina.
Hóast styrkimettur sum nummar seks í kappingini, hevur hann vunnið fýra talv og telvað eitt javnt, og heldur tí fast um góðu gongdina frá liðkappingini, har hann vann átta av níggju møguligum sigrum.
Lagt er upp til sera spennandi seinnu hálvu í kappingini, tí fleiri telvarar liggja framvið, skuldi møguleikin verið har, nú Terji síðstu fýra umførini telvar ímóti Torkili Nielsen, Olaf Berg, Rógva Egilstoft Nielsen og Hans Kristiani Simonsen.
Merkisvert er eisini, at millum teirra, ið jagstra Terja, er bert 12 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen, ið eitt nú hevur vunnið á favorittinum, Olafi Berg.