Terji & Føstufressar kunnu upplivast live í Norðurlandahúsinum 8 Apríl. Atgongumerkjasølan er byrjað á hesum støðum: Norðurlandahúsið og
kunningarstovurnar í Havn, Runavík og Klaksvík.
Til ber eisini at ogna sær atgongumerki á nlh.fo
Teir spæla allar sangirnar frá báðum fløgum og eisini okkurt heilt nýtt.
Fyrra fløgan, ið kom fyri 20 árum síðani, er óivað mest selda fløga í Føroyum. Í fjør kom onnur fløgan við úrmælingunnum í Føstufressum við Terja Rasmussen á odda.
Anker Eli Petersen og Egil B. Hansen taka sær av pallmyndini.
Jóans Bloch Danielsen tekur sær av ljóðinum.