Terji á Tónabrúgv í Klaksvík

Í kvøld spælir Terji Rasmussen í gomlum umhvørvi í Klaksvík

Tað ganga bæði dagar og ár ímillum, at Terji Rasmussen, sum annars er virkin tónleikari, hevur sjálvstøðuga konsert í Klaksvík. Men í kvøld er møguleikin at hoyra Terja framføra í Klaksvík.

Terji Rasmussen verður í kvøld partur av konsertrøðini Tónabrúgv, sum verður hildin í Spaniastovu, sum er partur av gamla handilsumhvørvinum úti í Klaksvík.

Terji, sum hevur verið partur av tónleikabólkum sum Frændum, Føstufressum og Moirae, fer á pallin sum solistur og fer at spæla sangir frá sínum tónleikalívi.

Konsertin við Terja Rasmussen verður í kvøld kl. 22.00.