Tað eru góðar tvær vikur síðani, at Terje Joensen í Funningsfirði koyrdi kapp á Donnington Park. Terje Joensen koyrdi í einum stuðulsbólki undan sjálvum Moto GP – ein sokallaður support class, sum er sama dag sum undankappkoyringin og sjálv kappkoyringin var.
Hetta vikuskiftið á Donnington Park var eitt vikuskiftið við góðum og minni góðum upplivingum. Leygardagin 25. juli koyrdu teir kvalifikatiónskoyring.
– Hetta var einasti møguleiki okkara at læra breytina at kenna. Tað ávirkaði sjálvsagt, tá eg ikki hevði koyrt á henni fyrr, so eg kvalifiseraði meg sum nummar 37 av 43, greiðir Terje Joensen frá.
Hetjurnar duttu
Sunnudagin bleiv veðrið vánaligt og tað versnaði bara út á dagin. Hóast hetta vóru umleið 90.000 áskoraðarar og hugdu eftir sjávum Moto GP kappkoyringini.
– Sjálvandi hugdi eg eisini og eg gjørdist vitni til nakað so sjáldsamt sum at síggja bæði Valentino Rossi og liðfelag hansara Jorge Lorenzo detta, greiðir Terje Joensen frá. Harvið sá maðurin úr Funningsfirði sínar egnu hetjur detta, áðrenn hann sjálvur fór sendandi av sinar motorsúkklu.
Vát og vandamikil breyt
Teir, sum koyrdi í support class, har Terje Joensen eisini koyrdi, vóru á breytini ein hálvan tíma eftir, at sjálvt Moto GP var av.
– Sjálvandi var eg spentur, og eg havi ongantíð í lívinum sæð so nógv fólk, fortelur Terje Joensen. Tað gjørdi heldur ikki spenningin minni, at fyrireikararnar boðaðu frá, at talan var um sokallað wet race, orsaka ógvusliga regni. Tað merkir, at tað er munandi truplari at koyra og at ávís fyrivarni skulu takast.
– Donningtion breytin er vandamikil í regni. Asfaltið har verður heilt øðrvísi í regni, og tá tú kemur út í móti markinum, kennist tað sum tú koyrir á ísi, fortelur Terje Joensen.
Koyrdi seg fram
Sambært Terja Joensen gekk tað væl at koyra kortini.
– Eg megnaði at fanga nakrar aftur og kom nærkaðist miðjuni sum nummar 27, men so fekk eg trupulleikar. Í eini roynd at taka teir, sum koyrdu nakað frammanfyri, koyri eg hart, ov hart, ásannar Terje Joensen.
Tað stutta av tí langa var, at tá hann var á veg út úr Scwantz curve, sum er uppkallað eftir fyrrverandi heimsmeistaranum Kevin Schwantz, er ferðin ov høg.
– Eg føli at bakhjólið var á markinum á breytini. Knappliga missir tað fullkomiliga vegtakið. Hetta hendir so skjótt, at har er einki at gera, fortelur Terje Joensen, sum varð slongdur harðliga av súkkluni.
– Tá eg fór sendandi gjøgnum luftina og sá súkkluna niðri undir mær, hugsaði eg við mær sjálvum, at nú eri eg í trupulleikum, sigur Terje Joensen, sum var ógvuliga heppin at sleppa undan óhappinum uttan nakað brot.
Ikki mist mótið
Hann mátti tó brúka nakrar dagar um at koma fyri seg aftur, og motorsúkkla hansara hevur fingið nakað av skaða. Hóast Terje Joensen sjálvsagt hevur fingið ein hvøkk av óhappinum, er hetta á ongan hátt nakað, ið slær hann út.
– Um tú ongantíð dettur, so roynir tú ikki nóg hart, sigur Terje Joensen avgjørdur, sum eisini hevur positiv minni frá fallinum.
– Tað var stuttligt at stóra fjøldin av áskoðarum, sum var savnað har, eg datt, klappaði og vendi tumlinum upp eftir, tá eg varð koyrdur av breytini á einum skootara, sigur Terje Joensen, ið er errin um at hava tikið lut í tiltakinum á Donnington Park.
– Tað var ein heiður fyri meg at luttaka í søguliga tiltakinumn, sum var síðsta Moto GP á Donnington Park. Og um ikki annað kann eg nú siga, at eg var á staðnum tann dagin, Valentino Rossi og Jorge Lorenzo duttu, sigur Terje Joensen at enda.
Nú fyrireikar hann seg til næstu kappingina, sum verður á Brands Hatch 29.-31. august.
Til ber at fylgja við Terja Joensen á heimasíðu hansara t-racing.co.uk, har søgur, stuðlar og tíðindi eru at finna.