Racing
Síðani Terje í summar kappaðist á Donnington Park, hevur hann havt ein steðg, eftir at hann var partur av einum óhappi í koyring, og men í farnu viku var hann aftur partur av kappkoyring. Hesa ferð á kendu Brands Hatch-breytini norðan fyri London.
- Eg havi ongan tíð vefrið á Brands Hatch fyrr, so eg mátti venja meg við breytina, men tað gekk fyri tað mesta sera væl. Undir venjingunum hevði eg tíðir, sum vóru í top-10,men undir kvalifikatiónini gjørdi eg eitt mistak, so eg gjørdist nummar 13, sigur Terje Joensen.
- Í fyrsta racinum kom eg væl frá startinum, men longu í fyrsta svinginum var eitt størri óhapp beint framman fyri meg, og eg datt aftur á 15. plássið. Hinvegin gekk næsta umfarið av kappkoyringini betur, og gjørdist eg tá nummar 13 av teimum 26 koyrarunum, sigur Terje Joensen.
Næsta kappkoyringin hjá Terja verður á Anlesey-breytini í norðara partinum av Wales. Sjálv koyringin verður tann 11. til 13. september, men ætlandi fer Terje til Wales at royna breytina unan hesum.










