Terapiin fær ikki frið

Í mong ár hevur psykiatriska deild á Landsjúkrahúsinum havt eitt hús nærendis kirkjugarðinum við Velbastaðvegin, har sjúklingar hava havt møguleika at røkta høsn og dunnur, sum ein liður í viðgerð teirra. Men trupulleikin er, at húsið fær ikki frið.

Gróthúsið og økið kring gróthúsið hjá sjúklingunum á psykiatrisku deild á Landsjúkrahúsinum hevur stóran týdning fyri sjúklingarnar, sigur ein av røktarunum á deildini. Hesin heldur tað vera serstakliga keðiligt, at beistagerðir alla tíðina verða framdar móti teimum.


Glúpur horvin

Røktarin sigur, at hann fyri tíð síðani lænti ein dýran glúp at fanga hønurnar við. Hesin glúpurin hevur í langa tíð ligið við gróthúsið, har dunnurnar og hønurnar eru, men nú fyri stuttum varð hesin glúpurin stolin.

Røktarin sigur, at hann heldur tað vera øgiliga keðiligt, at slíkar beistagerðir skulu vera framdar móti einum so góðum endamáli, sum hesum. Hann sigur, at talan jú er um viðgerð av sálarligum sjúklingum, og hesum áttu fólk at havt fyrilit fyri. Hann leggur afturat, at sjúklingarnir ikki hava so nógv annað at ganga uppí, enn høsnini, dunnurnar og gróthúsið, og tískil er tað, at hann er serstakliga keddur av, at unglingar ikki kunnu lata økið fáa frið.

Røktarin, ið tekur sær av húsinum og økinum kring tað, sigur, at talan er ikki bert um, at ein glúpur er stolin. Hann sigur, at tvey smá hús hjá dunnunum eisini eru sorlaði sundur.


Eggjastuldur

Hetta er ikki fyrstu ferð, at beistagerðir eru gjørdar á økinum hjá psykiatrisku deild. Fyrr eru egg nevniliga stolin í hópatali, og tá mátti løgreglan koma upp í málið, verður sagt av psykiatrisku deild.

Røktarin sigur seg hava varhugan av, hvør tað er, ið framt hevur beistagerðirnar móti økinum hjá sjúklingum hansara, og heitir hann tískil á dreingirnar um at koma aftur við glúpinum áðrenn hendan vikan er farin. Glúpurin skal bert leggjast har hann lá, og so er í lagi. Røktarin sigur, at um dreingirnir koma aftur við glúpinum hesa vikuna, slepst undan at fáa løgregluna við í málið.

Tann ónevndi røktarin sigur, at ætlanin er at fara at seta skelti upp, fyri at vísa á, at ørindaleys ikki hava atgongd til økið hjá sjúklingunum. Harafturat vísir hann á, at elektrónisk yvirváking verður sett upp.

At enda heitir røktarin á fólk, ið búgva nærhendis trøðni hjá psykiatrisku deild, um at siga frá, um tey síggja nakran fremja beistagerðir á økinum. Eisini eru fólk, ið møguliga vita okkurt at siga um beistagerðirnar hesuferð vælkomin at venda .