Daniel Johansen, Heini Fossdalsá og liðfelagarnir í Thisted í triðbestu donsku fótbóltsdeildini spældu í dag fyrsta kappingardystin í 2024.
Dysturin var á útivølli móti Aarhus Fremad, ið er triðfremst í deildini. Aarhus var eisini greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin.
Aarhus vann dystin 1-0 við einum máli, ið var skotið upp á eitt brotsspark tíðliga í seinna hálvleiki.
Heini spældi allan dystin, meðan Daniel var skiftur út tá 87 minuttir vóru leiktir.
Thisted er nummar 10 og triðaftast í deildini við 15 stigum. Thisted hevur sjey stig upp til sætta plássið nú fimm dystir eru eftir at spæla, og tí skal rættiliga nógv til um teir skulu røkka ovara endaspælinum.
Sunnudagin 17. mars kemur gamla stórliðið, Esbjerg á vitjan hjá Thisted.
Esbjerg sum er langt fremst í deildini við 43 stigum tekur ímóti liðnum hjá Hørði H. Askham, AB á heimavølli í morgin klokkan 13.











