Oyggjaleikir: Rannvá D. Carlsson hevur júst spælt hálvfinalu í tvímansleiki í badminton ímóti Eleinu Johnson av Guernsey á oyggjaleikunum á Bermuda. Eleina Johnson er fyrst seedað í kappingini.
Tíverri gjørdist talan um eitt ógvuliga tepurt 0-2 tap til Rannvá. Settmunurin var 19-21 og 19-21.