Tepurt tap til føroysku U-19 kvinnurnar

Í dag fingu føroysku U-19 kvinnurnar eitt úrslit tær kunnu liva við. Úrslitið millum vertstjóðina, Portugal og Føroyar gjørdist 1-0 til Portugal. Sigursmálið fall í 37. minutti, og varð tað Mélissa Antunes, sum skoraði portugisiska málið. Ì mun til 0-8 tapið ímóti eitt av Heimsins bestu U-19 liðum, Noregi var dysturin í dag nakað av einari uppreisn. Noreg vann aftur stórt í dag. Ì dag vann Noreg 6-0 á Rumenia, sum annars vann 4-1 á Portugal.

 

Føroyska liðið: Olga Olsen, Eina Kalsø, Elin Holm, Kristinbjørg Frederiksberg, Jeanett Holm (46: Rakul Jógvansdóttir), Bára Berthelsen, Steintóra Joensen (Liðskipari), Fríðunn Danielsen, Olga K. Hansen, Sigrid Jacobsen, Lillian Dalsgaard (46: Rósa Magnussen)

Gult kort: Eina Kalsø