Fyrsti HM-undankappingardysturin á heimavølli hjá føroyska kvinnuhondbóltslandsliðnum er júst lokin. Føroyar taptu tepurt ímóti Makedonia, 21-19, eftir hálvleiksstøðuna 8-8.
Longu beinanvegin var eyðsæð, at makedonsku kvinnurnar vóru væl størri enn tær føroysku, men føroyska liðið smæddist als ikki burtur. Í fyrra hálvleiki var als ongin munur á liðunum, og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 8-8. Serliga var tað í verjuni, at tað gekk væl hjá føroyingum. Eisini hevði føroyski málverjin, Fríða Petersen, fleiri góðar bjargingar.
Í seinna hálvleiki legði Makedonia seg tíðliga á odda. Miðskeiðis í hálvleikinum bleiv munurin trý mál, og eftir hetta fingu Føroyar ongantíð fatur í Makedonia aftur, sum at enda vann 21-19.
Fitt av áskoðarum vóru og hugdu eftir dystunum, tó var talan ikki um nakra fullsetta høll á Hálsi.
Næsti dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður í morgin ímóti grannatjóð okkara, Íslandi. Ísland byrjaði HM-undankappingina við sigri, tá ið íslendingar vunnu 28-24 ímóti Eysturríki.
Støðan í HM-undankappingarbólkinum er hendan eftir fyrsta umfarið:
1. Ísland 2 stig
2. Makedonia 2 stig
3. Føroyar 0 stig
4. Eysturríki 0 stig
Føroysku málskjúttarnir síggjast niðanfyri. Eisini sæst beinleiðis tekstfrásøgnin frá dystinum niðanfyri.
Føroyar-Makedonia 21-19 (8-8)
Føroyar: Anna A. Brimnes 7, Kristianna Henneberg 4, Turið Arge Samuelsen 3, Ninna Katrina Johansen 3 og Brynja Høj 2.
Beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum:
60: Liðugt. Tað endaði 21-19 til Makedonia. Føroysku áskoðararnir klappa fyri kvinnunum, ið stríddust væl, men avrikið rakk tíverri ikki til stig.
59: Ein minuttur eftir - Brynja Høj hevur minkað til 21-19. Við hálvum minutti eftir hevur Makedonia tikið sítt síðsta time-out.
57: Tað verður ringt hjá føroyingum at fáa stig úr dystinum, tí Makedonia hevur skorað til 21-18. Føroysku venjararnir hava tikið sítt síðsta time-out í einari síðstu roynd at fáa nakað burturúr dystinum.
55: Enn tvey mál á muni, 20-18 til Makedonia. Turið Arge hevur júst skorað fyri Føroyar.
54: Makedonia hevur tikið time-out. Makedonar hava munin og eru á odda 19-17.
52: Við sínum fjórða máli hevur Kristianna Henneberg minkað um munin til 18-16. Eisini hevur Anna Brimnes skorað, so nú er støðan bara 18-17 til Makedonia!
50: Framvegis trý mál á muni. 18-15 til Makedonia.
48: Føroyar hava gjørt eina broyting í álopsstøðu, tí nú kemur ein sjeyndi útileikari inn fyri málverjan Fríðu Petersen, tá ið Føroyar eru í álopi.
47: Nú eru vit komin ávegis í síðsta og avgerandi korterinum í dystinum. Støðan er blivin 17-14 til Makedonia, og nú hava venjararnir hjá Føroyum valt at taka time-out fyri fyrstu ferð í seinna hálvleiki.
46: So er 16-14 til Makedonia. Kristianna Henneberg hevur júst høgt bóltin í málhornið, men framvegis er Makedonia á odda.
44: Eftir nøkur minni væleydnað føroysk álop fingu Føroyar aftur mál. Brynja Høj hevur minkað um munin til 14-13. Makedonia hevur skorað nøkur heilt góð mál seinastu minuttirnar.
40: Málverjarnir í báðum endum hava havt nakrar góðar bjargingar í seinna hálvleiki. Nú er 12-12. Ninna Katrina Johansen hevur skorað sítt triðja mál.
37: Eftir at hava verið aftanfyri 10-8 og 11-9 hava føroysku kvinnurnar nú javnað til 11-11. Anna A. Brimnes hevur skorað tvey tey seinastu føroysku málini.
34: Makedonia er komið betur frá byrjan og er á odda 11-9. Fyrsta føroyska málið í seinna hálvleiki skoraði Turið Arge, tá ið hon breyt ígjøgnum. Beint nú spæla føroyingar seks ímóti fýra.
31: So er seinni hálvleikur bríkslaður ígongd. Í mun til liðið, sum byrjaði dystin, so er einasta broytingin tann, at Eir Berg er komin inn á høgra bakk fyri Kristionnu Henneberg.
Hálvleikur
30: So er hálvleikur. Hálvleiksstøðan er javnleikur, 8-8. Talan hevur verið um javnan dyst, har føroysku kvinnurnar hava kempað sera væl. Føroyska verjan stendur væl, og eisini hevur Fríða Petersen í málinum havt fleiri góðar bjargingar.
24: Fyri fyrstu ferð eru Føroyar komnar á odda - 8-7. Leiðslumálið skoraði Anna A. Brimnes.
22: Pernille Rosenberg er komin inn á føroysku strikuna. Hon er stór og sterk og skapar trupulleikar fyri verjuna hjá Makedonia. Nú er 7-7, Turið Arge hevur skorað sítt fyrsta mál.
19: Fríða Petersen hevur havt nakrar góðar bjargingar seinastu minuttirnar. Nú er støðan 7-6 til Makedonia. Ninna Katrina Johansen hevur skorað sítt annað mál í dystinum fyri Føroyar.
16: Nú tók Makedonia time-out. Føroysku kvinnurnar eru komnar betur við, og nú er støðan 6-5. Seinastu føroysku málini hava Kristianna Henneberg og Ninna Katrina Johansen skorað.
14: Føroyar hava skift spælstýrara. Bára Krossteig Hansen er farin út, og inn fyri hana er komin 16 ára gamla systir hennara, Súna Krossteig Hansen.
13: Nú gjørdu makedonar eitt hál og løgdu seg á odda 6-3. Føroysku venjararnir, Andreas F. Hansen og Scott Harrington, hava tikið sítt fyrsta time-out.
11: Tveir minuttir til Ninnu Katrinu Johansen.
10: Bjarta Johansen fær fyrstu tveir minuttir útvísingina. Bæði liðini hava skotið nøkur skot við síðuna av málinum. Støðan er 4-3 til Makedonia.
07: Nú er 3-3. Føroysku málini hava Kristianna Henneberg og Anna A. Brimnes (2) skorað.
05: Makedonia er á odda 3-1. Higartil hava Føroyar eina fasta útskifting, har Brynja Høj kemur inn fyri Báru K. Hansen, tá ið føroyingar verja.
01: Hesar sjey byrja inni hjá Føroyum. Fríða Petersen er í mál, Ninna Katrin Johansen á høgra vongi, Kristianna Henneberg Joensen á høgra bakki, Bára Krossteig Hansen er spælstýrari, Anna A. Brimnes er á vinstra bakki, Turið Arge Samuelsen byrjar á vinstra vongi og Bjarta Johansen er á strikuni.
Hendan greinin verður uppdaterað so hvørt, sum dysturin líður.
Stór avbjóðing er á skránni hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Fyri fyrstu ferð nakrantíð er HM-undankapping í Føroyum, tá ið talan er um kvinnuhondbólt. Mótstøðuliðini hjá Føroyum í kappingini eru Makedonia, Ísland og Eysturríki.









