– Um vit ikki tapa stórt, er tað ein sigur fyri okkum. Tað verður ein torfør uppgáva, men vit skulu berjast fyri ikki at lata ov nógv mál inn, sigur maðurin, sum er verjuskansin á liðnum hjá Andorra. Trýstið á enska landsliðið er størri enn nakrantíð undan dystinum í kvøld. Teir hava ikki vunnið í síðstu fimm dystunum, og tí er sigur eitt krav ímóti Andorra. Dysturin er fluttur úr Andorra, av tí at vøllurin bert rúmar 1299 áskoðarum. Hann verður í staðin leiktur á heimavøllinum hjá Espanyol, har pláss er fyri 40.000 áskoðarum.