Tepurt tap í Athen

Føroyska U21-landsliðið spældi leingi við, men teir máttu geva skarvin yvir móti sterku grikkunum

Fótbóltur

 

Á heimasíðuni hjá FSF sigur annar av venjarunum, Heðin Askham, at talan var um lið, sum var fleiri klassar betri enn tað, sum Føroyar spældu ímóti í Aserbadjan leygardagin.

- Teir koyrdu runt við okkum í fyrsta hálvleiki, men okkara dreingir gjørdu ein góðan innsats og megnaðu at halda málið reint. Í øðrum hálvleiki fingu vit meira spæl, og onkran málmøguleika eisini, men tað vóru teir, sum komu á odda við einum góðum máli, tá annar hálvleikur var um 10 minuttir gamal.

- Teir høvdu hornaspark í høgru síðu, og ein júst innskiftur leikari leyp upp og stútaði bóltin vakurt í málið uttan møguleika hjá okkum av verja fyri, greiðir Heðin Askham frá.

Hóast grikkar høvdu leikliga yvirvág, so komu ikki fleiri mál í dystinum, og føroyski hópurin var samdur um, at tað var ein góðkendur innsatsur teir høvdu leverað í Athen.

Føroyska U21 liðið kemur heim aftur mikukvøldið