Tríggir dystir í bestu eingilsku fótbóltsdeildini vóru seinnapartin og í kvøld.
Tottenham var stórfavorittur á heimavølli ímóti Cardiff, sum er undir niðurflytingar strikuni.
Tottenham vann, og harvið livir dreymurin framvegis á White Hart Lane um, at tað skal eydnast at vinna seg í europeisku meistarakappingina. Men í dag leyp einki av. Tottenham vann 1-0, og sigursmálið skoraði Roberto Soldado, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Tað eru fýra stig frá Tottenham á fimta plássi og fram til fjórða plássið.
Swansea var favorittur á heimavølli ímóti Crystal Palace, har úrslitið varð 1-1. Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Jonathan De Guzman heimaliðið framum, men átta minuttir undan leikloki javnaði Glenn Murray við brotssparki, eftir at Chico hjá heimaliðnum varð rikin av vølli.
Leingi hevur Aston Villa verið illa spert í stríðnum at sleppa heilt burtur úr botninum. Í dag eydnaðist tað at vinna sannførandi 4-1 heimasigur á Norwich. Fyri heimaleguna var tað skelkur, tá ið Norwich longu í 3. minutti legði seg framum við máli, sum Wesley Hoolahan skoraði. Miðskeiðis í 1. hálvleiki svaraði Aston Villa aftur. Í handavend skoraði Christien Benteke tvey mál, og longu undan steðginum var støðan 4-1, sum eisini gjørdist úrslitið.
Leygardagin verður 29. Umfar. Millum dystirnar tá eru West Bromwich-Manchester United, Arsenal-Swansea, Manchester City-Aston Villa og Chelsea-Tottenham.