Fleiri mátingar, sum vórðu gjørdar aftan á sjónvarpsdystin ímillum Barack Obama og Mitt Romney í nátt, vístu, at Obama vann hesaferð, men at sigurin var tepur.
Tann stóri munurin á hesari og teirri fyrru kjaksendingini var, at Obama tóktist betri upplagdur og var nógv meiri ágangandi hesaferð.
Í einari kanning hjá sjónvarpinum CNN søgdu 79 prosent, at forsetin stóð seg betur hesaferð enn seinast, og tey flestu hildu, at hann vann dystin. Samstundis hildu tey flestu, at Romney stóð seg líka væl sum seinast.
Ein nýggj meiningakanning hjá Reuters vísir, at 46 prosent styðja Barack Obama og 43 prosent Mitt Romney.