Tepur sigur til NSÍ

Eftir at vágamenn høvdu lagt seg á odda, eydnaðist tað NSÍ at toga ein tepran sigur við sær úr Vágoynni

 

1. deild


NSÍ fekk ein álvarsligan hvøkk, tá teir mikukvøldið skuldu gera útsetta dystin móti FS Vágum burtur av sær. Um miðjan fyrra hálvleik legði heimaliðið seg nevnliga á odda, og eftir hetta gjørdist talan um eina kapprenning við tíðina hjá gestunum.

Tað eydnaðist at enda runavíkingunum at vinna dystin. Sonni L. Petersen javnaði beint fyri hálvleik, og 10 minuttir fyri leiklok var Eddie Mikkelsen seinasti maður á einum av nógvum NSÍ álopum.

Eftir hetta ressaðust vágamenn av álvara, og til tíðir var tað bert svartasta óhepni, sum forðaði fyri einum útjavnandi máli