Hondbóltskappingarárið 2016/2017 verður skotið í gongd í høllini á Hálsi í dag, har føroyameistararnir og steypavinnararnir hjá bæði kvinnum og monnum spæla dyst sínamillum, har spælt verður um Lionsbikarið. Fíggjarligi ágóðin av dystinum verður latin til samarittarnar hjá Reyða Krossi umvegis Lions Club.
Hjá kvinnunum gjørdist Neistin tó greipuvinnari í fjør, og tí var tað VÍF, sum tapti steypafinaluna í fjør, ið skuldi spæla um Lionsbikarið ímóti Neistanum. Dysturin endaði 20-19 til Neistan eftir hálvleiksstøðuna 8-7.
Nógvum kvinnudystum líkt, so var til tíðir ikki serliga nógv ferð á málskjótingini, og hetta var serliga sjónligt fyrstu løtuna í dystinum. Eftir 10 minuttir var støðan ikki meira enn 2-0 til Neistan, og tað var ikki fyrr enn nakrar minuttir eftir hetta, at VÍF fekk síni fyrstu mál.
Dysturin var javnur og spennandi allan vegin ígjøgnum, og tá ið liðini fóru til hálvleiks var Neistin á odda við einum máli. Neistin var tað eina málið frammanfyri so at siga allan fyrra hálvleik, men hetta broyttist í seinna hálvleiki.
Tá fór at ganga betur hjá VÍF, sum kom framum, og vestmenningar megnaðu eisini at varðveita leiðsluna ein stóran part av seinna hálvleiki. Eitt skifti líktist tað einum VÍF-sigri, tá ið vestmenningar komu á odda við tveimum málum seint í dystinum.
Men seinastu løtuna kom Neistin sterkt aftur og legði seg á odda 20-17, áðrenn VÍF at enda fekk tvey týdningarleys mál, ið gjørdu, at dysturin endaði 20-19 til Neistan.
Málskjúttarnir frá dystinum síggjast niðanfyri:
Neistin: Marjun Danberg 5, Jacklin Durhuus 5, Bára Hansen 3, Birita Jacobsen 2, Eir Berg 2, Fríða á Dunga 1, Rannvá Hanusson 1 og Brynja Høj 1.
VÍF: Marianna Holm Jacobsen 8, Marjun Geirsdóttir Eystberg 4, Turið Arge 3, Daniella Joensen 3 og Kathe Frederiksen 1.
Dómarar: Gunnar Djurhuus og Jákup Símun Simonsen










