Tepur reyður meiriluti í Danmark

Fyrrapartin fer Fólkatingið undir nýggja setu. Samstundis vísir ein meiningakanning, at stjórnin hevði fallið, var val nú. Kanningin, sum danska kringvarpið hevur latið gera, vísir, at andstøðan hevði vunnið, um fólkatingsval var nú. Men sigurin hevði verið sera tepur, tí andstøðan hevði fingið ein tinglim fleiri enn teir tríggir flokkarnir aftan fyri stjórnina.

Samanborið við síðstu kanning, sum eisini gav andstøðuni meiriluta, hava Sosialdemokratarnir havt framgongd, meðan Tey Radikalu og SF hava mist eitt sindur.

Teir tríggir flokkarnir aftan fyri stjórnina fáa at kalla somu undirtøku sum í seinastu kanning, sigur DR.