Løgtingið hevur í kvøld við 2. viðgerð samtykt uppskotið frá Johan Dahl, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at skerja fiskidagarnar við 20 prosentum. Samtyktin var so tepur, sum tað ber til. 16 atkvøddu fyri, og 15 atkvøddu ímóti. Málið fer nú til 3. viðgerð, sum verður á tingfundinum mikudagin klokkan 11.00. Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skal tingið í seinasta lagi 18. august áseta talið av fiskidøgum fyri fiskiárið, sum byrjar 1. september.
Fiskidagarnir hava verið viðgjørdir allan seinnapartin. Orðaskiftið var hvast og vísti, at tað ikki er semja í flokkunum, sum standa aftanfyri uppskotið. Eitt nú var hvast orðaskiftið millum landsstýrismannin og Bjørn Kalsø, sum áður hevur verið landsstýrsismaður í fiskivinnumálum fyri Sambandsflokkin, og Gerhard Lognberg tingmann fyri Javnaðarflokkin
Uppskot um at beina málið til viðgerðar í vinnunevndini fall. 17 vóru ímóti, 13 vóru fyri, og ein atkvøða var blonk.
Eitt broytingaruppskot frá Jákupi Mikkelsen, Jógvani á Lakjuni og Gerhardi Lognberg fall eisini. 12 atkvøddu fyri, 2 vóru blankar, og 17 vóru ímóti.
Áðrenn endaligu atkvøðugreiðsluna um uppskotið frá landsstýrismanninum var eisini atkvøtt um broytingaruppskotið, sum Jacob Vestergaard, Jenis av Rana og Bjørn Kalsø høvdu í minnilutaálitinum. 12 atkvøddu fyri, ein var blonk og 18 atkvøddu ímóti.










