Tepur heimasigur í Klaksvík

Teir á næstbestu liðunum hjá KÍ og HB kunnu seinnapartin í frið og náðum seta seg at hyggja eftir eingilsku steypafinaluni. Fyrrapartin hava teir avgreitt landskappingardystin í 1. deild í Klaksvík.

KÍ vann 1-0. Einsamalla málið skoraðu klaksvíkingar í 89. minutti. Málskjútti var Rudolf Eliasen. Við handara stólpan stýrdi hann bóltin í málið, eftir at Jón Jacobsen hevði sent flatt innfyri úr vinstru.

HB verjan var ikki heilt í javnvág hesa løtuna, og talan var um misskiljing, tá ið bólturin kundi ferðast framvið málinum.

Talan var um rímuliga væl spælda uppgerð, sum eitt nú var eyðkend av, at einki kort varð givið ? hvørki gult ella reytt.

Millum spælararnar á KÍ liðnum var Høgni Madsen, sum felagið hevur givið tríggja daga leikbann frá besta liðnum.

Eftir tíggju umfør hava bæði HB og KÍ tíggju stig.