HB hevði sítt hoyggj við EB/Streymi í Hólmanum á Eiði hesaferð. Málið sum Mikkel Dahl skoraði í 11. minutti gjørdist sigursmáli, og tá Arnbjørn Hansen kom á vøllin í seinna hálvleiki kom EB/Streymur í góðar støður til at javna til 1-1.
EB/Streymur – HB 0-1 (0-1)
0-1: Mikkel Dahl (11)
- Dysturin myndaðist soleiðis, sum vit ikki vildu hava, at hann skuldi myndast. Tá ið leiðslan er so tepur, so kann alt henda, og tá kennist tað strongd yvir tí, og so verður tað ikki soleiðis, sum vit høvdu vónað, altso at spæla ímillum okkum og fáa teir at renna, segði HB málverjin Teitur Matras Gestsson í samrøðu við reportaran hjá FM1, Teitur Joensen.
- HB hevði bóltin væl meiri enn vit, og ivaleyst siga teir, at tað vóru teir, sum stýrdu spælinum. Sæð frá okkara sjónarmiði gekk tað fyri seg soleiðis, sum vit høvdu ætlað. Vit høvdu einki ímóti at støðan var, sum hon var, inntil bara ein løta var eftir. Tá høvdu vit risa møguleika at javna, men ta støðuna greiddu vit ikki væl, segði Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi.
Á hesari ljóðfíluni frá SoundCloud: https://soundcloud.com/heri-rnason-simonsen/130521-tepri-hb-sigurin-a-eii-haeddarpunkt-og-samrour-fra-fm1
ber til at hoyra:
1) Hoyr Teit Joensen siga frá sigursmálinum hjá HB, og einari margháttligari støðu har HB-arnir feiraðu eitt 2-0 sum bleiv kolldømt, ið endaði við einum mótálopi til EB/Streym sum mundi javnað til 1-1.
2) Hoyr samrøðuna Teitur Joensen gjørdi við navnan, Matras Gestsson.
3) Hoyr samrøðuna Teitur Joensen gjørdi við Jákup Martin Joensen.