Bukaði Oscar Pistorius unnustuna, Reeva Steenkamp, við einum kriketbatti, áðrenn hann skjeyt hana á sjálvum Valentine degnum.
Tað er ein av teoriunum, sum politiið í Pretoria arbeiðir við, skrivar City Press.
Battið hevur ein sentralan leiklut í dramatiska drápsmálinum, men sambært suðurafrikanska miðlinum hevur politiið eisini aðrar teoriir um hendingina, ið endaði við at Reeva Steenkamp misti lívið.
Ein er, at Steenkamp nýtti battið at verja seg við móti Pitorius. Ein onnur er, at Pitorius brúkti battið at bróta hurðina inn á WC upp, har Steenkamp hevði læst seg inni.
Høvdið á ungu kvinnuni er eftir øllum at døma knúst, og kanningar skulu avdúka, um skaðarnir eru gjørdir við battinum.
Samstundis hevur politiið gjørt av, at blóðið hjá Pistorius skal kannast fyri rúsevnir og steoridir, sum kanska kann varpa ljós á hvat hendi á Valentine dagnum í Pretoria.
Tað var ein rúgva av blóði á battinum, og rættarmedisinskar kanningar skulu vísa, hvaðani blóðið stavar, sigur ein kelda við City Press.
Rættarmálið móti Oscar Pistorius hevur fram týsdagin - sama dag, sum minningarhátíð verður hildin fyri Reeva Steenkamp í Port Elizabeth.
Sambært City Press hava myndugleikarnir eina trygga søk móti stjørnuni í frælsum ítrótti, sum gjørdist heimskendur við at kappast í OL við beinprotesunum móti vanligum íðkarum.
Hann kann fáa 20 ár í staðin fyri lívstíð, um hann játtar seg sekan, sigur ein sakførari við blaðið.










