Tenninar á børnum nógv batnaðar

Tannheilsan hjá føroyskum skúlabørnum er sera nógv batnað síðan 1991, tá tannlæknar fóru undir at skráseta tenninar á børnum

Føroysk børn hava nógv betri tenn í dag í mun til fyri fáum árum síðani. Hetta vísir nýggjasta uppgerðin hjá Tannlæknafelagnum og Heilsumálaráðnum.

Í uppgerðini verður sagt, at síðan tannlæknarnir í Føroyum fóru undir at skráseta øll skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóða reglum hjá WHO í 1991, er tannheilsan hjá børnum batnað munandi.

Í talvu 1 sæst, at prosentið av 5 ára gomlum børnum við frískum barnatonnum er hækkað úr 29 prosentum í 1991 upp í 59 prosent í 2007. Fyri tey 7 ára gomlu er prosentið av børnum við frískum barnatonnum hækkað úr einans 9 prosentum í 1991 upp í 33 prosent í 2007. Sama er galdandi fyri vaksnamannatenninar hjá 7, 12 og 15 ára gomlum børnum: tannheilsan er batnað nógv síðan skrásetingin byrjaði í 1991.


Færri ógvuslig dømi

Um hugt verður eftir hinari talvuni á síðuni, sæst, at talið av børnum við sera vánaligari tannheilsu er nógv minkað. Her verður tannheilsan bólkað upp í fýra, har støði 1 eru børn við heilt frískum tonnum. Her veksur talið fyri bæði 5 og 7 ára gomul børn árini 1991-2007, og 60 prosent av teimum 5 ára gomlu og 33 prosent av teimum 7 ára gomlu hava onga brenda barnatonn í 2007.

Um hugt verður eftir støði 4, sum er børn við sera vánaligum barnatonnum, sæst, at her minkar talið, sum árini ganga. 11 prosent av teimum 5 ára gomlu og 20 prosent av teimum 7 ára gomlu hava havt álvarsliga brendar barnatenn í 2007.


Reglulig tannrøkt í 90’unum

Síðani 1991 eru øll skúlabørn og flestu smábørnini millum 3 og 6 ár skrásett á hvørjum ári. Nógvastaðni í landinum varð farið undir regluliga tannrøkt fyri smábørn í fyrru helvt av 90’unum, hóast eingin lóg álegði kommununum hetta.

Í 1986 samtykti Løgtingið lógina um tannrøkt fyri skúlabørn, og á vári í 1998 nýggja lóg um barna- og ungdómstannrøkt, sum kom í gildi flaggdagin í 1998. Henda lóg fevnir um viðgerandi og fyribyrgjandi tannrøkt fyri øll børn frá 0 til 16 ár.

Sambært kunngerðini um kommunala barna- og ungdómstannrøkt skuldu

øll børn, ið lógin umfatar, verða komin undir skipanina ár 2001.


Kreppan gjørdi sítt

Í 2001 hevði skipanin við tannheilsuskráseting av føroyskum børnum virkað í 10 ár. Tá eftirmettu tannlæknarnir støðuna, og sagt varð, at størsta framgongdin var tey fyrstu 5 árini, frá 1991 til 1996. Greitt varð frá, at hesi árini var kreppa í føroyska samfelagnum og umstøðurnar hjá barnafamiljum gjørdust peningaliga trongar.

- Hugsast kann, at vánaliga keypiorkan gjørdi, at ovurnýtslan av góðgæti minkaði samsvarandi. Hetta saman við fyribyrgjandi tiltøkunum innan tannheilsuna, man hava viðvirkað til betraðu tannheilsuna, varð niðurstøðan tá. Eisini varð sagt, at stígur kom í, tá tíðirnar batnaðu.

- Men hóast ovurnýtslan av søtum drykkjum og góðgæti er stór millum børn og ung, eru tølini fyri tannheilsuna ikki versnaði, men batna framhaldandi – tó spakuliga. Orsøkin er helst, at børn og foreldur fáa frálæru í tannbusting (fyribyrging) og eru meira medvitið um týdningin av hesum.