Politiið hevur havt nógv at gjørt í nátt.
Umframt at vera úti fleiri ferðir fyri at sissa fólk, ið vóru komin upp at skeldast, og taka sær av fullum, ómøguligum fólkum, hevði politiið eisini tvey ógvuslig harðskapsmál í nátt.
Talan er um tvey harðskapsmál, sum fóru fram í ávikavist Havn og Suðuroy.
Í báðum førum vóru ungir menn komnir til ilnar og fóru at berjast so mikið ógvusligt, at fleiri tenn blivu slignar út.
- Hetta eru ungir mans, og í báðum førum halda vit okkum vita, hvør hevur framt harðskapin, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.










