Í morgin skipar Íverksetarahúsið fyri temadegi um kvinnur sum íverksetarar í Norðurlandahúsinum
- Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, sigur orðatakið... Eftir fíggjarkreppuna vísa kanningar, at kvinnur stovna fyritøkur sum ongantíð fyrr. Og stórt fokus hevur seinastu tíðina eisini verið á evninum, kvinnur sum íverksetar. Nú fara vit at seta fokus á evni í Føroyum. Hetta gera vit í Norðurlandahúsinum hósdagin tann 28. oktober 2010 kl. 13.00.
Íverksetarahúsið skipar fyri temadegnum, har íslendsku kvinnurnar Perla, Berglind og Sigriður fara at fortelja um kvinnur og íverksetan í Íslandi. Perla er sølustjóri í íverksetarafyritøkuni SagaMedica, ið ger heilsuvørur og náttúruheilivág. Sigriður og Berglind arbeiða báðar við íslendskum kvinnum at gerast íverksetar. Tær hava undirvíst 800 kvinnum og heili 60% av hesum eru byrjaðar sumíverksetarar.
Úr Føroyum luttaka ársins íverkseti Jutta Helgadóttir stjóri á Hoyrnini, sum fer at greiða frá sínum royndur og ætlanum. Finn frá VILT, sum er ársins átak 2010 fer at kveikja tað villa fram í okkum.
Tiltakið er ókeypis og skráin er hendan:
Skrá:
13.00 Vælkomin, Johan Dahl landsstýrismaður
13.15 Kvinnur skulu eisini hugsa pengar, Jutta Helgadóttir
13.45 Ísland og kvinnuligir íverksetar, Perla, Berglind og Sigriður
15.15 Steðgur
15.30 Grátandi til arbeiðis ella títt dreyma arbeiði, Finn Johansen
16.00 Netverk









