Søllerød/Vedbæk var í vanda fyri at flyta niður úr 2. deild eystur í Danmark, men felagið, har Tem Hansen spælir, bjargaði sær lívinum í deildini við einum góðum sigri á Stenløse í gjár. Nógv mál komu í dystinum, men tá ið dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, var støðan 4-3 til Søllerød/Vedbæk. Avgerandi málini í dystinum gjørdi Thomas Myssing, sum áður hevur spælt fyri Fremad Amager.