Tem trívist væl á liðnum

Nýggi føroyski landsliðsleikarin, Tem Hansen, trívist væl á liðnum, hóast hann ikki fekk langa tíð at umráða seg, tá honum varð bjóðað pláss á liðnum. – Teir høvdu fingið eitt avboð og ringdu til mín. Eg var áhugaður og fleyg við til Spania dagin eftir, greiðir Tem Hansen frá, sum ikki dylur yvir, at hann var bilsin um at verða úttikin

Tbilisi, Georgia: Tem Hansen er 23 ára gamal. Hann býr í Danmark og spælir á miðvøllinum hjá Fremad Amager. Navnið ljóðar ikki serliga føroyskt, men brádliga stóð Tem Hansen millum nøvnini av leikarum, sum skuldu við til árligu venjingarleguna á la Manga í Spania.
– Teir høvdu fingið eitt avboð og vistu, at eg kundi spæla fyri Føroyar. So teir ringdu og spurdu um eg var áhugaður at koma við. Tað vildi eg fegin, so tað var tað, greiðir nýggjasti føroyski landsliðsleikarin frá.

Gjørdist bilsin
Í eitt ár hevur Tem Hansen vitað, at hann kann umboða Føroyar. Kortini gjørdist hann bilsin, tá hann fekk landsliðsboð.
– Ja faktiskt var eg bilsin. Eitt ár frammanundan gjørdist eg greiður um, at eg kundi spæla við Føroyum, men eg hevði ongantíð hoyrt nakað frá teimum (Fótbóltssambandinum, blðm.), og roknaði ikki við nøkrum. So tað var bara stuttligt, tá boðini komu, heldur Tem Hansen.

Deiligt at fáa debut
Hann var við á venjingarleguni í Spania, er við nú og sostatt er hetta onnur ferðin, at Tem Hansen er við landsliðnum.
– Eg haldi tað hevur verið gott. Vit høvdu ein sera góðan túr til Spania. Tað var ein frálíkur máti hjá mær at læra alt at kenna kring landsliðið, ikki minst leikararnar.
Í la Manga spældi landsliðið fleiri venjingardystir, har Tem Hansen var við. Hesir dystir vóru tó ikki altjóða skrásettir. Men tað var dysturin leygardagin, tá Tem Hansen kom inn fyri Súna Olsen, tá ein lítil hálvur tími var eftir at spæla móti Ukreina.
– Tað var deiligt at spæla sín fyrsta dyst, tað var tað! Eisini sjálvt um vøllurin ikki var so góður. Eg haldi dysturin var so rímiligur. Vit stóðu væl í verjupartinum, og forðaðu teimum í at fáa nakrar stórar møguleikar, sigur Tem Hansen, sum nú bara gleðir seg til dystin í annaðkvøld.