Telvarin í Hundsarabotni

 

Jústinus Leivsson Eidesgaard
?????
Hundsarabotnur mikudagin seinnapartin í seinastu viku, ein av hesum døgunum upp undir jól, har tað ongantíð gjørdist ljóst. Uttan fyri á bilvektini stendur ein stórur lastbilur fullur av rúkandi asfalti. 16,3 tons verður rópt gjøgnum rútin. Bilurin er á veg til Gásadals, har asfalterað verður niðri í bygdini. Her er kalt her uppi millum fjøll. Kavin liggur niður í Skælingsfjall og nakað oman um Oyggjavegin, og asfaltið er heitt undir tí brúna dúkinum sum skal halda hitanum, so tað ikki stirnar heilt, áðrenn tað verða lagt á túnini í Gásadali. Flikrurnar týnast so skjótt tær raka brúna dúkin og verður broyttar frá kulda til flógvan damp. Tað er kalt hesa tíðina í Gásadali, tað mátti Uppsala Pætur eisini sanna fyri mongum árum síðan, men tað er ein heilt onnur søga.
Vit eru staddir í vektarrúminum í Hundsarabotni, har ein stórur partur av skervi og asfalti verður latið til høvuðsstaðin og meginøkið í Føroyum. Inni í vektarrúminum er 29 ára gamli sumbingurin Alvin Joensen krýndur kongur. Hann er ikki einsamallur kongur í hugnaliga kontrolrúminum, tí hann er telvari, talvið stendur frammi og har er ein svartur kongur og ein hvítur, eins og í øllum tvítalvum í heiminum. Og so hvørt sum Alvin flytir fólkið heldur blóðbaðið fram á teimum svørtu og hvítu puntunum
? Tað sær út sum eg telvi móti mær sjálvum, men tað geri eg ikki. Eg seti upp fyri at síggja leikirnar, og um eg telvi móti mær sjálvum, so vinnur altíð hin, hvør hann so er sigur Alvin smílandi. Hann er ein heitur sumbingur, sum dugir at skemta, hann er heilt ovfarin og kanska eitt sindur lotur av, at hansara friðaliga kongaríkið nú er fylt av journalisti og myndamanni og einum lítlum smádrongi. Her eru ikki gestir vanliga inni í rúminum. Gestirnir eru vanliga uttanfyri á vektini í stórum lastbilum, teir liva í einum heimi fyri seg, og Alvin livir í einum øðrum heimi fyri seg sjálvan, og teir hava tað gott saman.
Sumbingur
Samleikin hjá Alvin liggur sunnast í Føroyum í ein útsynning. Hann er sumbingur og hóast hann hevur búð ymsastaðni í Suðuroynni og nú er vorðin ordiligur kollfirðingur, so kennir hann seg sum sumbing, og tað fer hann helst at gera restina av ævini. Men tað ber væl til hjá einum sumbingi at búgva norðanfjørðs uttan at fáa varandi mein av hesum ávum.
? Hjá mær kann tað gera tað sama hvar eg búgvi, eg trívist best í mínum egna selskapi og mítt egna selskap fái eg ríkiligt av her í Hundsarabotni, sigur Alvin og ressast í sessinum.
Vektarrúmið er lítið og tó er so fínt her inni. Eg illtonkji hann fyri at hava ruddað áðrenn vit koma, tí óruddiligari var fyrstu ferð, eg var her, og tað var seinasta summar. Men hann bedýrar, at hann einans hevur vaskað gólvið í samband við vitjanina. Her eru tríggjar teldur, og tað sær næstan út sum ein flogtorn við øllum knattunum. Hetta er ikki so ógvusligt, sum tað sær út til, roynir Alvin at sissa meg. Tann eina teldan stendur beinleiðis í samband við skrivstovuna hjá verkinum, tann eina er til heimabankan, so eg kann kanna um fólk hava goldið, tá tey koma eftir førningi, og so havi eg mína egnu privatu teldu, sum eg kann stytta mær stundir við, tá ið minni er at gera, sigur Alvin.
Og nær hevur hann lítið um at vera. Tað eru illveðursdagarnir, tá ið koyrilíkindini eru vánalig og tá ið illa liggur fyri at arbeiða kring landið. Hesir dagar eru langligir og tá fer telvarin í gongd. Eg telvi á telduni móti telvarum kring heimin. Tað er rættuliga spennandi. Eg havi enn ikki telvað móti nøkrum stórleikara, men eg telvi á netinum, sigur hann.
Og tá ið stundir eru, so tekur hann guitarin fram. Tað er country og gospel og hann vil helst ikki at nakar lurtar, tá ið hann leikar á guitarin.
? Eg eri avgjørt ikki kringur við streingjunum, men mær dámar tónleik og serliga væl country, og so setir hann eina fløgu í anleggið, og vit hoyra eina djúpa mannsrødd á eyðkenda countrystílinum. Alvin letur eyguni eitt sindur aftur og gloymir físið frá luftbremsuni á stóra lastbilinum, sum hevur snýkt seg á vektina uttanfyri, meðan vit hava tosað um tónleik.
? 18,1 tons, rópar Alvin út gjøgnum lítla rútin
Tað er Jóan Karl Dam, sum situr herðabreiður í stýrihúsinum á lastbilinum. Hann koyrir eisini asfalt í dag. Jóan Karl er slett ikki ókendur í Hundsarabotni og hann hevur enntá starvast her inni í vektarrúminum, her vit nú sita og drekka kaffi og eta køkur.
Mintkøkur
Ein mintkøka frá Remi úr Gøteborg smeltar á tunguni. Ein lastbilsjafførur hevði givið Alvin pakkan í morgun. Annars havi eg keypt ein annan pakka til tykkum, sigur Alvin. Inni er eisini eitt lítið kuldaskáp, helst tað minsta eg havi sæð. Eg havi keypt tað úr Elding, sigur Alvin. Køliskápið er so lítið, at har rúmast ein mjólkapakki, ein pakki av smør, eini tvær ella tríggjar eskjur við K-salat og eitt sindur av breyði. Tú kann sjálvandi koyra annað í hetta køliskápið, men so má tú koyra áðurnevnda út.
Vit sita og práta, og meðan vit práta avgreiðir Alvin mest sum av handahógvi ein bil hjá Jón Hansen, sum hevur 15 tons av skervavfallið. Hasin sjafførurin hevur verið minst tíggju túsundferðir her uppi sigur Alvin, meðan hann skrásetir ein nýggjan bil á vektini, sjafførurin eitur Kári og 17 tons av slidnum gróti liggur á lastini. Hetta skal til Articon á Berjabrekku. Klokkan er tvey, nú kemur ein lastbilur við hesum nýggju tríkantaðu lastunum, sum millum lastbilamenn verðua kallaðar fyri G-streingjalastir. Konufólk hava ikki so nógv at siga í lastbilaverðini soleiðis reint fakliga, eitt navn gongur tó altíð aftur og tað er Begga hjá Iani í Kollafirði, men hon er heldur ikki hvør sum helst, tí hon hevur nógvar lastbilar.
Nú er ein pinkulítil lastbilur uttanfyri. Vit síggja hann slett ikki, men vektin boðar frá, at okkurt hendir uttanfyri. Tað er ikki ein pinnur sum vigar, men teldutøl. Tað er ein bilur við einum viðfestisvogni, sum anhangarar eisini verða kallaðir, soleiðis uttanfyri mannatungu. Har liggja tvey tons av gróti í báðum lastunum. Hesin lítli líkasum órógvar tað sum vanliga gongur av sær sjálvum við teimum stóru bilunum. Sjafførurin koyrir fyri Yrkisfelag HF og Studentaskúlalærara og tað gongur ein løta, áðrenn Alvin fær staðfest á heimabankanum á telduni, at HF og Studentaskúlalærararnir hava goldið grótið. Bilurin sleppur ongan veg fyrr enn hetta er staðfest. Og meðan hetta fer fram, siti eg og spekuleri upp á hvat magistararnir í Hoydølum skulu brúka grótið til. Svar fekk eg einki.
Góðar løtur
Uttan mun til hvar tú starvast, so hevur tú góðar løtur og tú hevur minni góðar løtur. Nær upplivir ein vektarmaður góðar løtur í vektarrúminum í Hundsarabotni og nær kennir hann seg lítlan. Tað er bert Alvin sum kann svara upp á hetta akkurát nú, kanska Jóan Karl Dam eisini, men hann er á veg onkunstaðni við einum tungum bili av rúkandi heitum asfalti, so hann fær ikki rættuliga hjálpt.
? Tað gongur illa her uppi, tá tað gongur illa við internetinum, so einfalt er tað, sigur Alvin og hyggur álvarsamur á telduskíggjarnar. Hann er fullkomiliga bundin av teldunum. Tær skráseta vektina á tí sum fer út úr Hundsarabotni og vektin sigur seinni frá fíggjarliga úrslitinum, tí Hundsarabotnur er einki annað enn ein forrætning, eins og aðrar vinnufyritøkur í landinum. Riggar netið ikki, so fær Alvin heldur ikki fylgt við um fólk hava goldið ella ikki. Rigga teldurnar ikki, so steðgar alt upp, eisini við nøkrum so jarðbundnum, sum úrdráttum úr gróti, og tað er tað heila Hundsarabotnur snýr seg um skrivað inn at beininum.
? Men man skeldar ikki ein sumbing, tað haldi eg er greitt her uppi, og tað er nú stuttligari at fáa eitt smíl, enn at verða deildur, sigur Alvin og tekur tað heilt róligt.
? Tað gekk eitt sindur seint hjá mær fyrstu tíðina her uppi og tá var tað nokk so strævið. Kanska teir vóru eitt sindur ótolnir uttanfyri á vektini, men tað merki eg einki til longur. Teir hava eisini skund, skulu teir vinna pening, so eg skilji teir, sigur hann.
? Eg havi gott samskifti við sjafførarnar og tað hendir meira enn so at eg fái eina sjokolátuplátu inn gjøgnum rútin frá teimum. Hetta er serliga tá góðu sjokolátutilboðini eru á støðini niðri í Kollfjarðardali, sigur hann.
Fartelefonin hjá Alvin ringir. Lagið í henni er Amazing Grace og eg hugsi beinanvegin, man Alvin verða virkin andaliga. Eg sleppi frá at spyrja. Hann kemur við tí sjálvur.
? Tú spurdi meg um góðar løtur her uppi. Hann steðgar á og ivast eitt sindur um hann skal halda fram. Myndamaðurin klikkir alla tíðina og ger hann ótryggan. Áðrenn hann kemur aftur til mín sigur hann við myndamannin: -Nú hevur tú akkurát fordoblað totalin av øllum myndum sum eru tiknar av mær í lívinum og tað hevur tú gjørt hesa lítlu løtuna.
Tú spurdi meg um góðar løtur her uppi. Hann vendir sær móti tí privatu telduni og peikar á skermin. Sær tú tekstin á skerminum. Eg nikki, jú, eg síggi tekstin men ikki nóg nær til at lesa hann.
? Hetta var ein stór løta. Eg fann á netinum tvey nøvn í Josva bók, sum í føroysku bíbliunum bara eru nøvn. Men á netinum fann eg fram til hvat hesi nøvn merktu, og nú sigur teksturin mær nakað annað. Tað er ein stór løta fyri meg, sigur Alvin við einum smíli. Hann gerst ágrýtin, tí hann sær eg lurti, og nú kemur hann fram við bíbliuni, enntá tveimum, einari reyðari og einasti svartari. Eg leggi merki til at Bíblian stendur á báðum og tað merkir at hann hellir seg til týðing Victors og hevur allarhelst sín andaliga heimstað í Brøðrasamkomuni. Eg sleppi frá at spyrja.
? Eg eri andaliga virkin, tað liggur líkasum í familjuni. Trúboðarin Osvald Kjærbo er abbabeiggi mín.
Eg spyrji um hann kennir seg nærri Gudi her uppi millum hæddir í Hundsarabotni.
? Akkurát her inni er ringt at fáa eyga á Guds skaparaverk, men náttúran uttanfyri minnir meg støðugt á tann alvaldaða, sum hevur skapt alt hetta, sigur Alvin.
Ein madrassa stendur upp við vegginum. Henni svevur hann á, tá ið dagarnir gerast langir, tá ið asfaltdreingirnir ganga berserkargongd kring landið og forpesta tilveruna hjá bilførarunum. Tá er ov stutt tíð at fara til hús og tá finnur møddi sumbingurin sín leggstað á tjúkku skúmgummimadrassuni beint niðri á gólvinum undir talvinum og sovnar millum fjøll.
Vit lata okkum í skógvarnar í gongini og siga Alvini og talvinum farvæl.
? Kongarnir eru væl vardir, so her hendir einki, hetta verður eitt keðiligt talv, sigur Alvin og skeitir niður á talvborðið.
? 18 tons, hoyra vit innan úr vektarrúminum, meðan vit ganga niður trappurnar, so kemur fýsið frá luftbremsunum frá lastbilinum á vektini, sjafførurin rættar smarta keppin, renir høgra fót niður á spedaran, her ristir undir okkum, meðan oljan gevur gass inni í motorinum. Eftir er bert at skriva hesa greinina. Hvussu man hon fara at síggja út, myndin er í hvussu er í lagi og hugskotið er eisini í lagi, hugsi eg á veg suður til Havnar.