Telvararnir leggja til brots

Klokkan 14 verður farið undir FM í talvi fyri einstaklingar, sum hesaferð er í Løkshøll

Klokkan 14 verða fyrstu leikirnir fluttir í FM í talvi fyri einstaklingar. FM kappingin í 2017 er í Løkshøll í Runavík, har tað verður telvað hvønn dag fram til páskaaftan, tá ið síðsta umfar er á skránni.

 

Undanfarnu árini hevur landsliðsbólkurin verið mannaður við tíggju teimum bestu telvarunum. Soleiðis er ikki hesaferð. Tað eru fýra telvarar í landsliðsbólkinum, har allir telva ímóti øllum tvær ferðir. Fyrstu talvini í landsliðsbólkinum vera mánadagin.

-Arbeiði og ferðing eru millum orsøkirnar til, at tað hesaferð ikki eydnaðist at fleiri av teimum bestu við. Tá ið tað er sagt, so eigur at verða lagt aftrat, at tað eru fýra av teimum stinnastu, sum fara at kappast um FM, og at tað harvið verður spenningur í allar dagarnar frá mánadegnum og fram til páskaaftan, sigur Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya.

Luttakararnir í landsliðsbólkinum eru Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen.

 

Í dag fara teir í fyrsta bólki, almenna bólkinum og unglingabólkinum undir sínar kappingar.

Í fyrsta umfari hittast teir soleiðis í fyrsta bólki

Horatiu-Cristian Filip-Jóannes V. Hansen

Janus Skaale-Magar M. Berg

Sigurd B. Justinussen-Rógvi Mortensen

Brandur Højgaard-Heiðrikur T. Jacobsen

Ingi Wiberg-Rógvi Dragaberg

 

Í unglingabólkinum

Luitjen Akselsson Apol-Rógvi Mørkøre

Flóvin M. Tummasarson-Jon í Horni Nielsen

Ragnar Weihe-Suni Horni Nielsen

Elias Petersen-Bjarki Bertholdsen

Benjamin Reinert Fjallheim-Hanna Jacobsen

Í hesum bólkinum eru ellivu telvarar og Markus Jacobsen hevur frí í fyrsta umfari.

 

Í almenna bólkinum

Heðin Gregersen-Esbern Christiansen

Henrik Eskildsen-Sigurd Joensen

Karl M. Dahl-Helgi Joensen

Petur Páll Mikkelsen-Kaj Olsen

Mannbjørn Anthoniussen-Eyðun Lamhauge

Jákup F. Joensen-Einar Gregersen

Árant Djurhuus-Leif Reinert Fjallheim

Jógvan I. Hansen hevur frí í fyrsta umfari.