Telva móti OL-vinnaranum frá 2006

Undan 3. umfarinum hava føroyingar ein søguligan heiður at vísa á: Nr. 13 av 154 londum og Heini Olsen nr. 8 av heimsins telvarum. Og jú, vit eru fremri enn Russland.

 

Í 3. umfari, møta Føroyar ongum øðrum enn forsvarandi OL-gull-vinnarunum, Aremenia. Vinnarar í talv-OL 2006 í Torino.

 

Super-Stórmeistarar á hvørjum borði. Telvarar sum antin dyrgja eftir HM-heitinum, ella eru sekundantar (hjálparar) hjá øðrum at gerast tað.

 

Dávid ímót Goliat. Í fótbóltshøpi, Føroyar ímóti Brasil....

 

Nú er løtan ! Á hvørjum borði sita føroyingar, sum, hvør í sínum lagi, stríðast í persónligu, størstu uppgávuni nakrantíð. Her er møguleikin !

 

Øgiligt trýst - men samstundis eitt vælsignað høvi, at finna fram allar tær dygdir, sum liggja goymdar í føroysku talvkrókunum.

 

Fylgið við LIVE, kl. 14.00 í dag.

 

Kelda: Talvsamband Føroya.