Teljaratoymið á veg

Tíggju fólkateljarar hava nú fingið upplæring og eru til reiðar at fara út eftir fyrstu spurnabløðunum fríggjadagin. Fríggjadagin fara fyrstu teljararnir út eftir spurnabløðunum í sínum teljiøki. Týsdagin vóru teir tíggju teljararnir í teimum báðum royndardømunum til upplæring á Hagstovuni.

Upplæringin fevnir um at læra spurnablaðið væl at kenna, so teljararnir kunnu vegleiða, tey sum ivasta.

-Eisini er umráðandi er kenna væl, hvussu innsavningin verður skipað og hvørjar trúnaðar- og trygdarreglur eru galdandi fyri teljarar, sigur Hagstovan

- Tað er avgerandi fyri at royndarteljingin skal eyðnast, at øll hava álit á, at teljarar og dømisleiðarar arbeiða við trygdini í hásæti, sigur Hagstovan.

Fastar mannagongdir eru, hvussu spurnabløðini og aðrar upplýsingar, sum teljararnir hava, skulu handfarast.

-Ein høvuðsregla er, at teljarin undir ongum umstøðum má taka eitt útfylt spurnablað við heim eftir loknan arbeiðsdag. Øll innsavnaði spurnabløð skulu latast inn á dømisskrivstovuna so hvørt tey eru innsavnaði. Har verða tey goymd undir lás og slá til verða flutt við til Teljidepilin í Havn so hvørt, upplýsir Hagstovan.

Teljarnir hava eisini skriva undir eina tagnarskylduváttan, sum er tann saman, sum øll, ið arbeiða a Hagstovuni gera.