Longu mánadagin vildu almennu zimbabwisku fjølmiðlarnir vera við, at Robert Mugabe, forseti hevði vunnið valið. Tá stóðu fólk í longum bíðirøðum uttan fyri valstøðini í høvuðsstaðnum Harare og øðrum stórum býum, og ein áheitan frá andstøðuni um at leingja valið ein dag afturat vann ikki frama í hægstarætti.
Andstøðuflokkurin MDC legði dorsetan og stjórnina undir at hava skert talið á valstøðum í Harare og hinum býunum fyri at forða fólki at sleppa at velja. Júst andstøðan stendur sterk í býunum, og summir veljarar greiddu mánadagin frá, at tað tók hvørjum veljara átta minuttir at fáa pappírini góðkend inni í valhølinum.
Andstøðuleiðarin, Morgan Tsvangirai, segði í gjár, at forsetin og stjórnin mugu átaka sær ábyrgdina av møguligum ófriði, tí nógvir veljarar vóru sera misnøgdir við, at teir ikki sluppu at greiða atkvøðu.
Ikki frítt val
Í gjár var ikki greitt, hvønn dóm valið í Zimbabwe fór at fáa frá teimum útlendsku eygleiðarunum, sum fylgdu valinum, men fleiri evropeiskir politikarar hava longu sagt, at valið var ikki frítt.
Eysturríkski uttanríkisráðharrin, Benita Ferrero-Waldner, segði longu mánadagin, at valið í Zimbabwe var hvørki frítt ella rættvíst. Í gjár segði hon seg hava fingið frágreiðingar úr Harare, sum prógvaðu tað, hon hevði sagt.
Tríggir av leiðarunum í andstøðuni vórðu tiknir mánadagin, og ein talsmaður hjá MDC segði, at sumstaðni høvdu hermenn rikið eygleiðararnar burtur frá valhølunum.
Fýra amerikanskir diplomatar, sum vóru komnir til Zimbabwe, vórðu eisini tiknir mánadagin og hildnir aftur í fleiri tímar.