Í Fuglafirði stendur einki til undan grannadystinum ímóti GÍ sunnudagin. ÍF hevur einki stig fingið í fýra teimum fyrstu royndunum, og nú eru fleiri spælarar skaddir. Í vikuni varð greitt, at Jonn Thomsen, sum fyrra partin av síðsta kappingarári var stinnur miðverji, men sum síðani hevur gingið skaddur, hevur slitið krossbandið. Honum høvdu teir annars vónað skjótt at fingið stuðul frá í Fuglafirði, men nú fara tað at verða fleiri mánaðir, áðrenn hann aftur verður førur fyri at spæla.
Símun Eliasen hevur brotið armin, og Alexander Jovevic er vøddaskaddur. Hvørgin teirra verður við í Gøtu. Hóskvøldið koykti liðformaðurin Høgni Zaschariasen fótin illa. Tað verður tó vóna, at hann verður førur fyri at spæla. Arnhold Joensen, Bartal Eliasen og Fritleif í Lambanum hava allir drigist við skaðar í hesi vikuni, men tað verður vónað, at tað fer at bera til at pjøssa teir so mikið, at teir kunnu spæla. Miðvallarin Eyðun Ryggshamar var ikki við móti KÍ, tí hann var sjúkur. Hann vandi fyrstu ferð aftur hóskvøldið.
Í Gøtu er fótbóltslagið ikki so galið. Gøtumenn iðra seg um, at teir í síðstu løtu mistu eitt stig á Eiði. Tað halda teir var óneyðugt. Á Eiði sat Sámal Joensen leikbannaður uttanfyri eftir reyða kortið, sum hann fekk Skírisdag, tá ið GÍ vann móti HB. Nú verður liðformaðurin við aftur, og harvið er alt GÍ fólkið tókt.
Hagtølini siga, at GÍ er stórur favorittur. ÍF vann 3-0 í Gøtu í 1980. Síðani hava teir ikki fingið stig í Sarpugerði, har GÍ seinastu fjórðingsøldina hevur vunnið trettan ferðir. Størstu sigrarnir á ÍF hava verið 8-0 og 9-0. Síðani 1980 hevur málmunurin hjá GÍ verið 49-13 móti ÍF í Gøtu..










