Telist millum heimsins bestu

38 ára gamla Lone Hansen, sum seinasta vikuskifti var í Føroyum, har hon vitjaði Havnar karate-felag, er ikki nakar ársungi í ítróttarhøpi. Í nógv ár hevur hon verið millum fremstu íðkararnar í Danmark og í heiminum. Harumframt kann hon eisini nevna seg professara í mannakroppinum. ÍtróttaSosialurin hevur hitt karate meistaran og lærling hennara

Tað var ikki hissini vitjan, sum Havnar Karate felag hevði um vikuskiftið. Sum nevnt í fríggjadagsblaðnum, so hevði felagið vitjan av tveimum dønum, sum eru komin rættuliga langt í hesi ítróttargrein.

Leygardagin vóru vit í HB húsinum, har venjingin fór fram, har vit hittu tey bæði, Lone Hansen og Mi-chael Catalan, beint eftir at tey í einar tveir tímar høvdu mýkt vøddarnar hjá før-oysku íðkarunum.


Karate meistari og professari

Longu áðrenn eg hevði hitt tey bæði, hevði eg fingið varhugan av, at talan her var um tvey ítróttarfólk, sum vóru rættuliga frammaliga í sínum yrki.

Lone Hansen er níggju-faldur danmarksmeistari, með-an Michael Catalan hig-ar-til »bert« kann erpa sær av fýra slíkum heitum í vaksnamannahøpi. Verða heiðursmerkini frá yngru deild--unum lød afturat, røkk-ur hann tó somuleiðis teim-um níggju heitunum.

Lone, sum í dag er 38 ár, hevur har umframt heiðurin av at vera tann kvinnan í heiminum, sum hevur hæg-stu gradina (sætta dan) í ka-rate, og virkar í dag sum landsliðsvenjari hjá donsku karate kvinnnunum.

Við síðuna av øllum hes-um hevur hon eisini megna at fingið sær heitið sum pro-fesari í humaniterari fysiologi, t.e. viðvíkjandi manna-kroppinum, sum einki er at ivast í, at karatekvinnan er nakað fyri seg.


Meistari og lærlingar

Tá vit spurdu hana, hvussu hon hevði megnað alt hetta svaraði hon, at hon so at siga bara hevði roynt at gjørt sítt besta alla tíðina. Áðrenn hon fór undir at víð-ari lesnaðin, hevði hon tikið útbúgving sum ítróttar-lær-ari, og tískil kundi hon for-vinna sær nakað av peningi við at undirvísa, umframt at hon so eisini var karate lær-ari við síðuna av.

At alt hetta hevur tikið nógva tíð, er lítið at ivast í. Venjingartímarnir hava verið nógvir í tali, síðani hon sum 13 ára gomul byrjaði venjingina. Til stuttleikar kann nevnast, at tá hon varð spurd um hevur vant alla tíðina síðani tá, svaraði hon, ja, burtursæð frá einari viku - tá eg átti.

Michal Catalan er tað, tey nevna lærlingur hjá Lon-e. Tað ljóða kanska eitt sindur løgið at nevna ein ferfaldan danmarksmeistara fyri lærling, men hetta merk-ir, at tá hann verður undirvístur av Lone, er tað bert honum hon undirvísur.

Sjálvur er Michael sera fegin um henda møgu-leik-an, og eisini er hann sera stoltur um, at hann er komin somikið langt í ítrótt sínari. Einki er at siga til, at hetta er eitt stórt privelegium hjá hon-um, tí munur er á, hvussu nógv tú læru, um lærarin bert hevur teg at hug-sa um, ella um tað eru eini 10-15 næmingar, sum samstundis fáa undirvísing.

Tað hevur tó sjálvsagt eis-ini kravt sítt, at Michael er komin somikið langt. Hvør-ja viku er hann undir leiðslu av Lone í einar 20 tímar, og við síðuna av hesum lesur hann á universitetinum, um-framt at hann eisini hevur egnan karate skúla.


Ung ítrótt

Millum manna er vanliga fatanin ofta, at karate í-trótt-in er ein elligomul ítrótt, sum japanesarar í mong hund-rað ár hava íðkað.

So er kortini ikki, tí Lone greiður frá, at henda ser-merkta ítróttargrein ikki tók seg upp fyri enn umleið 1920.

Hetta tók seg upp sum liður í venjingini av ja-pa-nesiskum hermonnum, sum á henda hátt eisini lærdu at berjast uttan at gera nýtslu av vápnum.

So við og við gjørdist í-trótt-in meira kend, og eins og so nógv annað, so hevur hon eisini tillagað seg til tær broytingar, sum altíð vilja vera í øllum samfeløgum.

í fimtitalinum hevði í-trótt-in eisini rokkið Dan-mark, men at byrja við vóru tað ikki serliga nógvir íðk-arar.

Hetta broyttist tó í sjeyti-talinum, og var tað serliga mongu karatefilmarnir við millum øðrum Bruce Lee, sum gjørdu sítt til, at tað brádliga vóru sera nógv ung-fólk, sum sýndu áhuga í hesum.

Í dag er karate tann stríðs-ítróttin (kampsport), sum hev-ur størstu undirtøkuna millum danir, og eru umleið 8.500 skrásettir íðkarar í Dan-mark í dag.


Ikki harðskapur

Ikki fyrr enn í 1990 er henda ítróttargrein komin til Føroya, so enn eru vit sjálv-andi ikki komin eins langt og danir við hesum. Lone greiður tó frá, at hon hevði ikki væntað, at støðið var so høgt í Føroyum, sum tað veruliga er.

Ikki tí, lærarin her í Før-oyum, 24 ára gamli Tonny Brimsvík, hevur í eini 10 ár vant karate. Hann byrjaði, tá ítróttin tók seg upp her á landi, men síðani hevur hann eisini búleikast í Dan-mark, og helt hann alla tíð-ina á við venjingini.

Frægasta úrslit hansara er, tá hann ta einu ferðina megn-aði at vinna sær eitt fjórða/fimta pláss í DM, so førleiki hansara at undirvísa skuldi helst verið á einari leið.

Eisini fegnaðist hon um, at tað vóru somikið nógv ungfólk, sum vóru til venjingarnar, tí ofta er tað ein trupulleiki, at foreldrini ikki vilja, at børn teirra skulu læra at sparka og sláa.

Hon legði tó dent á, at hesin ótti frá foreldranna síðu er fullkomuliga ó-grundaður. Stórur partur av karate venjingini er nevn-liga eisini grundaður á, at íðkararnir skulu læra at stýr-a sinnalagnum, soleiðis at eingin bardagi tekur seg upp, fyrr enn tað er al-neyðugt at verja seg.

Serliga í byrjanini verður stórur dentur lagdur á hetta, og sum hon sigur, so skalt tú vinna tær rættin til at mót-taka frálæruna í ítróttini.

Um so er, at ein næm-ingur kanska hevur lyndi at gerast harðligur, verður við-komandi burturvístur frá ven-jingini, og hetta hevur so eisini viðført, at allir íðk-ararnir veruliga hava virð-ing fyri ítróttini.

Hetta kom eisini til sjón-dar, tá vit hugdu at ven-jing-ini, tí hvør tann einasti næm-ingurin, sum var til stað-ar, bukkaði og takkaði, tá farið varð úr venjingar-hølunum.

Av tí sama er karate ein av teimum fáu stríðs-í-trótt-unum, sum er sloppin undan at standa á forsíðunum í t.d. Ekstra-bladet, av tí at onkur íðkari hevur gjørt um seg á dansistaðið ella líknandi. Hett-a er fleiri ferðir komið fyri í fleiri ítróttargreinum, og Lone er sera fegin og errin av, at hetta ikki er hent teimum.

-Sjálvandi duga vit rættu-liga væl at berjast, men vit duga eisini sera væl at lata vera við at berjast, sigur Lon-e um orsøkina til, at tey eru sloppin undan hesum gølum.

Vert er kanska at leggja afturat, at júst hetta við sinni-ligari venjing kanska er tann mest gevandi parturin av karate. Michael helt í øll-um førum, at ítróttin hevur verið honum ein stór hjálp í nógvum lutum í ger-and-is-degnum. Serliga tí tú lærir at hava bindindi til tað, sum tú fæst við.


Koma kanska aftur

Sunnudagin fóru tey bæði so av aftur landinum, men stendur tað til teirra, so er hetta ikki seinasta ferðin, at tey leggja leiðina henda veg-in.

Bæði eru tey sera hug-tikin av føroyska lands-lag-num, og tey sýndust nærum vera kedd av, at tey ikki í størri mun høvdu fingið høv-i at vitjað ymsu oyggj-arnar.

Tonny Brimsvík leggur eis-ini afturat, at tey bæði skulu verða so hjartaliga væl komin aftur, tí eftir hans-ara tykki hevur karate felagið fingið alstóra nyttu úr vitjanini.

Hetta er so avgjørt við til at hækka støði hjá okkum, og tey bæði hava so øgiliga nógv meira at læra frá sær enn bert tað, sum stundir vóru til hesu ferð.