Í kvøld er tað, at tað verður avgjørt, um Ísland sleppur við til HM í Brasil næsta ár.
Avgerðandi slagið stendur í Kroatia í kvøld, har Ísland og Kroatia spæla seinna og avgerðandi dystin um, hvør av teimum skal sleppa við til HM.
Dysturin verður vístur beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum og sendingin byrjar klokkan 18. 40.
Sjálvur dysturin byrjar klokkan 19.15.
Spælir Ísland seg til HM, er tað stórhending, tí ongantíð áður hevur ein so lítil tjóð megnað at spæla seg víðari til HM-endaspælið.
Fyrri dysturin ímillum londini bæði í Reykjavík í farnu viku, endaði málleysur og sostatt kann Ísland koma víðari við einum javnleiki. Eitt nú er 1-1 nóg mikið hjá Íslandi, tí stendur á jøvnum, vinnur tann, sum skorar flest mál á útivølli, og Kroatia megnaði ikki at skora í Reykjavík – og íslendingar hava áður tikið alt og øll á bóli.