Í 2015 er televarpsnetið útbygt til at fevna um allar bygdir í Føroyum. Televarpið hevur gjørt eina nágreinliga ætlan fyri, hvussu sendinetið verður bygt út.
Ein avtala er gjørd við Mentamálaráðið um, at Televarpið útbyggir tað talgilda sendinetið til allar Føroyar. Kringvarp Føroya fer frameftir at senda sjónvarp á hesum neti, og analoga sendinetið verður sløkt. Hetta merkir, at fólk mugu hava antennu og útgerð til at taka talgilda signalið.
Televarpið, sum er dótturfelag hjá Føroya Tele, hevur javnt og samt útbygt talgilda netið, og seinastu árini hevur netið rokkið umleið 95 prosent av húsarhaldunum í Føroyum. Eftir útbyggingarnar higartil í ár røkkur Televarpið nú út til 97,4 prosent av fólkinum og 97,2 prosent av húskjunum í Føroyum.
Í 2012 og 2013 hevur Televarpið arbeitt við at uppstiga sendinetið fyri at veita eina tænastu, har pláss er fyri fleiri rásum og betri dygd. Orkan verður nú serliga brúkt til at útbyggja sendinetið fult út og koma við nýggjum tænastum til kundarnar, t.d. netvarpi, sum eftir ætlan byrjar í desember.
Málið er, at í 2015 fevnir televarpsnetið um allar Føroyar, so allir føroyingar kunnu fáa talgilda signalið, tá analoga netið hjá Mentamálaráðanum verður sløkt. Útbyggingin av Televarpinum fer fram eftir einari ætlan, sum sæst niðanfyri.
Seinastu bygdirnar, sum hava fingið televarpssignal:
Sumba, Eiði, Fámjin, Viðareiði, Múli, Hattarvík, Kirkja, Svínoy, Tjørnuvík, Stykkið, Leynar og helvtin av Húsavík. Árnafjørður kemur eisini afturat í 2013. Hartil eru útbyggingar gjørdar í Kvívík og á Skælingi.
Í 2014 vera hesar bygdar fevndar av talgilda netinum:
• Hov, Porkeri, Akrar, Lopra
• Kunoy
• Haraldsund
• Hellur, Oyndarfjørður
• Mikladalur, Gjógv
• Rituvík og írestandi helvtin av Húsavík
Í 2015 er ætlanin, at hesar bygdir koma afturat:
• Dalur
• Æðuvík
• Elduvík, Funningur
• Funningsfjørður
• Saksun
• Sandvík
• Trøllanes
Eitt fullfíggjað yvirlit yvir sendistøðirnar hjá Televarpinum sæst VIÐ AT TRÝSTA HER