Televarpið hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Nanoq Media í Grønlandi, og er Televarpið nú tænstuveitari hjá grønlendska sjónvarpsveitaranum. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi í dag.
Avtalan inniber, at Televarpið veitir Nanoq Media ta tøkniligu loysnina, sum loyvir kundum hjá Televarpinum at síggja sjónvarp á internetinum við millum annað appini, sum Televarpið lanseraði í Føroyum við árslok 2016.
Henda loysnin ger, at teir áleið 4.500 kundarnir hjá Nanoq Media nú kunna síggja sjónvarp á fleiri tólum samstundis - í sjónvarpinum, á snildfonini ella á teldlum.
Edvard í Skorini, stjóri í Televarpinum, fegnast um avtaluna.
- Ein slík avtala hevur stóran týdning, tí hon prógvar, at góðskan á tøkniliga pallinum hjá Televarpinum kann samanberast við aðrar veitarar, og at okkara tænastur eru kappingarførar uttanlands.
Hetta er aðru ferð í ár, at Televarpið er farið undir samstarv uttanlands. Fyri stuttum vann Televarpið í felag við donsku fyritøkuna Kabelplus eitt útboð um at veita sjónvarpstænastu til áleið 9.500 húsarhald í Ishøj Kommune. Tá varð útboðið vunnið í kapping við stórar veitarar á danska marknaðinum – so sum Yousee og Stofa.
- Tað, at vit knýta fleiri kundar upp í okkara pall, gevur okkum fleiri møguleikar við víðarimenningini av okkara tænastum, sigur Edvard í Skorini og leggur afturat, at eitt mál hjá Televarpinum er at veita tænastur uttanfyri landoddarnar, og at Televarpið nú er til staðar bæði í Grønlandi og Danmark.