Televarpið røkkur ikki øll Føroya fólk

Nú frammi er, at FSF ætlar at senda fótbólt á Rás 1 hjá Televarpinum, er áhugavert at hyggja at, hvussu víða Televarpið røkkur í Føroyum


Hjá teimum, ið síggja Televarpið, hevur hugsanin kanska ikki ligið frammaliga í huganum, men millum teirra, ið ikki eiga lut í tilboðunum hjá Televarpinum, hevur ofta verið havt á lofti, at Televarpið ikki røkkur kring allar Føroyar.

Nú FSF sambært, Sosialinum í gjár, væntandi fer at senda føroyskan mansfótbólt í Televarpinum, er spurningurin um útbreiðsluna aftur sera aktuellur.

Edvard í Skorini Joensen, virkandi stjóri á Televarpinum, sigur, at enn røkkur Televarpið ikki alt Føroya fólk, men at arbeitt verður støðugt við at útbyggja sendinetið.

- Televarpið røkur meira enn 80 % av Føroya fólki , og í heyst um 90% av fólkinum, sigur hann.


Væl við

Vit hava biðið virkandi stjóran sagt okkum, hvørji øki ikki síggja Televarpið.

Sambært virkandi stjóranum, so er støðan í Streymoynni tann, at Televarpið sæst í høvuðsøkjunum, men ikki sæst í Tjørnuvík, Saksun og Norðadali, men restini av Streymoynni.

Í Eysturoynni sæst Televarpið sum heild. Undantikin er norðari/eystari partur av Eysturoynni og á Eiði, men í Ljósáum er ivasamt.

Í Funningi, við Gjógv og í Oyndarfirði og har á leið sæst ikki, men í Fuglafirði, Leirvík og Gøtu sæst Televarpið.

Hinvegin er ivasamt við Æðuvík, meðan restin av Eysturoynni, ið ikki er nevnt her, sær Televarpið.


Norðoyggjar svartar

Í Klaksvík sæst Televarpið, og í økinum kring Klaksvík, men restin av Norðoyggjum eru svartar.



Suðurøkið partvís svart enn

Í Sandoynni verður sent í Skopun, á Sandi, í Skálavík og partvís í Húsavík og Skúgvi.

Enn er Televarpið ikki at síggja í Suðuroynni, men sendari verður í hesum døgum settur upp í Hvalba. Hesin røkkur Hvalbiar bygd, men arbeiðið við at seta sendarar upp í Suðuroynni heldur fram.

Edvard í Skorini Joensen sigur, at um alt gongur sum ætlað, og um viðrar, so er liðugt at seta sendarar upp í Suðuroynni um tveir mánaðar. Sostatt kunnu suðuroyingar vænta sær lut í Televarptilboðnum í oktober. Kunning um gongdina um í Suðuroynna kemur í næstm frá Televarpinum.


Vágoyggin partvís

Vágoyggin er rættiliga væl við, men tó er Televarpið ikki í hvørjari stovu. Á Vatnsoyrum síggja ikki øll, men annars sær øll oyggin, uttan Gásadalur og í Mykinesi sæst ikki.

Televarpið hevur um 7000 kundar