Tað er hørð kapping ímillum teir báðar størstu veitarar av sjónvarpi ígjøgnum fylgissvein í Føroyum.
Talan er um føroyska felagið, Televarpið, og útlendska felagið, Canal Digital, sum liggja í harðari kapping um føroyska marknaðin
Tað upplýsti Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samskiftismálum, tá ið Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, bað hann greiða Løgtinginum frá nøkrum viðurskiftum í sambandi við Televarpið.
Bjarni Djurholm segði, at hesi seinastu árini er parturin hjá Televarpinum av føroyska marknaðinum alsamt vaksin og hinvegin er parturin hjá Canal Digital samstundis minkaður nakað.
Men samstundis er talið á húsarhaldum við fylgissveinasjónvarpið vaksin, so í tali eru húsarhaldini, sum hava Canal Digital, ikki minkað so nógv.
Bjarni Djurholm upplýsti, at í 2004 høvdu 4112 húsarhald Televarp og tað svaraði til 33% av marknaðinum.
Hinvegin høvdu 6500 húsarhald Canal Digital og tað var 52% av marknaðinum.
Restin av marknaðinum hava smáir veitarar, eitt nú eigarafeløg, Viasat o.s.fr.
Í 2005 var marknaðarparturin hjá Televarpinum vaksin upp í 5260 húsarhald og tað var 38% av marknaðinum.
Hinvegin var parturin hjá Canal Digital eisini vaksin upp í 6747 húsarhald. Men prosentparturin av marknaðinum hjá Canal Digital var minkaður niður í 49% av marknaðinum.
Men í fjør sást veruligur munur á.
Nýggjastu tølini fevna um fyrra hálvár í fjør og tá høvdu 5650 húsarhald Televarp og tað svarar til 41% av marknaðinum.
Samstundis hevði Canal Digital 6440 haldarar, ella 46% av marknaðinum.
Sostatt var Canal Digital nógv størsti veitarin fyri trimum árum síðani, men nú er munurin minkaður niður í næstan onki.
Annars kann sigast, at í 2004 sóu 12462 húsarhald sjónvarp umvegis fylgissvein. Í 2005 var talið vaksið til 13857 húsarhald og fyrra hálvár í fjør var tað 13940 húsarhald, sum høvdu fylgissveina sjónvarp.
Fíggjarliga gongur eisini framá hjá Televarpinum. Í 2002 var hallið 1,1 millión, í 2003 hevði Televarpið 2,6 milliónir í halli og í 2004 var hallið 1,8 millión.
Men so var liðugt við reyðum tølum niðast í roknskapinum.
Í 2005 var avlopið 732.000 krónur eftir skatt. Endaliga úrslitið fyri í fjør er ikki heilt greitt enn, men ein meting sigur, at avlopið hjá Televarpinum í fjør varð 1,5 millión eftir skatt.










