Telekaðal fyri 250 milliónir krónur

Hósdagin skrivaði Kristian R. Davidsen undir sáttmála upp á góðar 250 milliónir krónur um at leggja ein kaðal millum grønlendska høvuðsstaðin, Nuuk, og Sisimiut, sum liggur umleið 350 km norðan fyri høvuðsstaðin.

 

Hetta var ein av stóru uppgávunum, sum lá og bíðaði Kristian R. Davidsen, tá hann í fjør tók við sum stóri í Tele Greenland.

 

Hóast Grønland í fólkatali kann samaberast við Føroyar, so eru stórur munur á avbjóðingum á undirstøðukervinum hjá risa stóra landinum Grønlandi – og Føroyum.

 

Endamálið við at draga henda langa kaðal millum grønlensku býirnar er at veita teimum 8.000 fólkunum, sum búgva í Sisimiut-leiðini nøktandi breiðbandssamband.

 

Tað svarar til, at til dømis eitt økið sum Klaksvík í Føroyum ikki fekk nøktandi breiðbandssamband.

 

Í samrøðu við Sosialin í november í fjør vísti Kristian R. Davidsen á, at longsti kaðalin í Føroyum er tann til Suðuroynna. Har eru tveir, sum kosta 10 milliónir krónur. Taka vit so Shefakaðalin millum Føroyar og Skotland, so kostaði hann í 2007 150 milliónir krónur.

 

Hósmorgunin varð komið á mál við risastóru verkætlanini í Grønlandi, tá Tele Greenland skrivaði undir sáttmála við felagið Alcetel-Lucent Submarine Networks, sum er partur av Nokia, um at fremja verkætlanina. Við avtaluni fær felagið ábyrgdina av at framleiða og leggja kaðalin frá Aasiaat via Maniitsoq og Sisimiut

 

Sambært Stine Bosse, sum umframt at vera nevndarforkvinna í BankNordik eisini er nevndarkvinna í Tele Greenland, so letur hetta upp fyri fleiri møguleikum fyri menning hjá vinnulívinum.

 

– Økta breiðbandið fer eisini at fremja vøkstur á útbúgvingarøkinum og á heilsuøkinum. Eg eri sera fegin um, at vit kunnu vera við til seta dáma á menningina positivt, sigur Stine Bosse.

 

Umframt sjókaðalin er eisini ætlanin at gera eina radioketu við høgari ferð frá Aasiaat til Qasigiannguit og Ilulissat eins og at leingja verandi radioketuna frá Uummannaq til Upernavik. Øll verkætlanin kallast »Útnyrðingsverkætlanin« og fer at bøta munandi um telesamskiftið fyri tey 20.000 fólkini, sum búgva í norðrara partinum av Grønlandi.

 

Kristian Davidsen sigur í sambandi við sáttmálan hósdagin, at valið fall á veitaran Alcatel-Lucent Submarine Networks, tí tey kunnu lata tann mest rakstrartrygga sjókaðalin.

 

– Eg eri ógvuliga fegin um, at avtalan nú er fingin upp á pláss, so vit av álvara kunnu fara í gongd, sigur Kristian R. Davidsen.

 

Tað var í 2015, at Kristian R. Davidsen segði seg frá sum stjóra í Føroya Tele fyri at taka við avbjóðingini sum stjóri í Tele Greenland, sum er grønlendska postverkið og televerkið í sama felag.

 

Fakta um Kristian Reinert Davidsen:

Føddur: 1966 – 49 ár

Útbúgving: Sivilverkfrøðingur frá DTU 1991, HD frá CBS 2002 Størv: 1991-95 Telefonverkið í Føroyum

1995: Í starv hjá Ericsson, har hann var deildarstjóri á norðurlendskari deild í Keypmannahavn

2003: Stjóri á Strandfaraskipum Landsins

2006: Stjóri á Føroya Tele

2015: Stjóri á Tele Greenland