Millum fyritøkurnar í Før
oyum, sum eru við at fyrireika seg til eina komandi oljuvinnu er telefonverkið. Andras Róin, nýggjur stjóri á Telefonverkinum tók av innbjóðingini at vitja oljuútbúnað í hjá Norsk Hydro í Noregi.
Eftir vitjanina spurdu vit Andras Róin, hvat hann hevði fingið burtur úr ferðini!
Hann vísir á, at hann vitjaði báðar oljuráðstevnurnar, sum vórðu hildnar í Havn herfyri og helt hetta høvið verða eina nátturliga og kærkomna uppfylging av ráðstevnunum í Norðurlandahúsinum.
Telefonverkið hevur sum so saknast eftir at vita, hvat tað eru fyri tænastur, kapacitetur og samskiftismiðlar, sum ein oljuvinna brúkar.
-Eg haldi meg hava fingið nógv burtur úr. Talan er fyrst og fremst um radiosamband millum boripallarnar og til lands. Spurningurin er um teinarnir í Føroyum eru ov stórir, og tá er antin brúk fyri fylgisveinaskipanum ella kaðalum út til fyritøkurnar. Men hetta liggur so enn longri úti í framtíðini.
Andras Róin vísir á, at nógv av hesum liggur longri frammi í tíðini, so tað hann fegin vil vita nú er, hvat fyritøkurnar, um tær ætla at lata upp skrivstovur í Føroyum, vænta sær av føroyska telefonverkinum! Skulu tey hava ISN beinanvegin, videoráðstevnur osfr. so skal Telefonverkið helst vita tað skjótt.
Andras Róin heldur ikki, at føroyingar eru ov tíðliga á veg. Tvørturímóti er neyð ugt nú sjálvir at søkja sær vitan og kunnleika. Hann var tí sera glaður fyri at vera við á ferðini.
-Pengar eru ikki nakar trupulleiki hjá hesum fyritøkum. Kunnu vit tí ikki lata vøruna, tá tær hava brúk fyri henni, so er vandi fyri, at onkur annar kemur og gera arbeiðið.
Verður talan um leiting á føroyskum øki, og tað sær tað út til, so roknar telefonverksstjórin eisini at fáa nakrar heilt stórar kundar í føroyskum høpi.
Andras Róin dylur tí ikki fyri, at telefonverkið brynjar seg út til eina komandi oljuvinnu. -Vit hava sett arbeiðsbólk og hava umrøtt spurningin fleiri ferðir. Vit eru klárir og skulu so skjótt sum gjørligt vita, hvønn tørv oljufeløgini hava.
Vilja brúka okkum
Andras Róin sigur, at tær fyritøkurnar hann hevur tosað við á vitjanini, eru fyritøkur, sum ikki hava hug at fara aðrar vegir enn til føroyskar fyritøkur.
-Kunnu teir fáa vørunar teir hava brúk fyri í Føroyum, so vilja tey hava tær. Nú eru tað bara vit, sum hava fjarskiftistænastu í Føroyum og kunnu vit ikki lata hesa tænastuni, so stendur illa til.
Telefonverkstjórin, sum sigur seg hava fingið nógv burtur úr túrinum, heldur, at føroyingar eiga at vera meira uppsøkjandi parturin og siga, hvat vit klára.