Mikudagin klokkan 10 í seinastu viku riggaði eingin fasttelefon á Landssjúkrahúsinum knappliga ikki.
Sjúkrahúsið setti seg beinanvegin í samband við Føroya Tele bæði fyri at fáa at vita, hvat var galið, og nær telefonirnar kundu vænast at rigga aftur.
Tað gekk ein gó løta, áðrenn Føroya Tele kundi upplýsa, at eitt kaðalslit hevði verið. Mett varð, at ein tíma seinni skuldi brekið vera rættað.
Men brekið vísti seg at vera álvarsligari enn so, tí tað tók seks tímar.
- Ikki tí, Føroya Tele gjørdi sítt besta og sendi fleiri fólk á staðið, sigur Einar Wenned, leiðari á Medico Teknisku deildini á Landssjúrkahúsinum.
Vekslarin tagnaði
Brekið hevði við sær, at telefonsambandið út og inn úr húsinum lá lamið. Men 112 neyðtelefonin riggaði, og tað bar eisini til hjá vakttelefonini at ringja beinleiðis til portørarnar.
Ikki bar til teir seks tímarnar at ringja eftir blóðdonorum, at ringja til sjúklingar, og einki samskifti var við avvarðandi og deildirnar umvegis vekslaran.
Brekið rakti eisini Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið.
Slíkt brek hevur ongantíð áður rakt Landssjúkrahúsið so meint.
Einar Wenned heldur tað ikki vra nóg gott, at eitt brek skal kunna raka allar fasttelefonlinjurnar hjá Landsjúkrahúsinum.
Betri trygd
Annars verður arbeitt við at leggja alternativar linjur inn fyri at forða, at sjúkrahúsið nakrantíð aftur fer at liggja heilt í telefonloysi við fasttelefon. Tað arbeiðið er komið so langt áleiðis, at tað verður liðugt um tvær ella tríggjar vikur, metir Einar Wenned.
Páll Vesturbúð, leiðari á FT-neti sigur, at brekið hendi á einum gomlum kápli úti á Argjum, og neyðugt var at rætta tað fyri at fáa telefonirnar at rigga aftur.
Størsti trupulleikin var, at sambandi við vekslaran fór. Hetta átti ikki at hent, men tað hendi kortini, og tað fer at hjálpa, at aðrar linjur verða lagdar inn á Landsjúkrahúsið.
Trygdin við 112 og bráðfeingis telefonunum er betri.
Breiðbandið og datasambandið var ikki nervað.