Ein nýggj ansvekjandi kanning, sum er gjørd á Utah University í USA vísir, at hóast tú nýtir høvuðlurt er tað eins hættisligt at tosa í telefon meðan tú koyrir, sum tá tú koyrir við kenning.
Vandin fyri at enda í eini ferðsluvalukku er nøkulunda tann sami, sum um tú drekkur tríggjar ella fýra øl, áðrenn tú setir teg við róðrið.
Úrslitini av kanningin vísa nevniliga, at tað er eins hættisligt at tosa í telefon undir koyringini, sum at koyra við einari promillu upp á 0,8. Tað er líka mikið, um tú hevur fartelefonina í hondini ella nýtir høvuðlurt.
Kanningar hava eisini fyrr víst, at tað er telefonprátið í sær sjálvum, sum er órógvandi og ikki telefonin.
- Eins og við at koyra rúsaður, setir tú bæði teg sjálvan og onnur í lívsvanda við at tosa í telefon meðan tú koyrir, sigur maðurin aftanfyri kanningina, David Strayer professari í sálarfrøði.
Við í kanningini vóru 40 sjálvbodnir bilkoyrarar, sum vórðu royndir í einum framkomnum simulatori.
Teir vóru í bilinum fýra ferðir hvør undir ymiskum umstøðum: Tá teir høvdu drukkið, tá teir vóru edrúir og tá teir koyrdu við ávikavist handfríari og ikki handfríari fartelefon.
Bæði teir, ið høvdu drukkið og teir, sum tosaðu í telefon, høvdu longri um at bremsa og koyrdu ótryggari.
Kanningin varð almannakunngjørd í seinastu útgávuni av vísindaliga ritinum The Journal of the Human Factors and Ergonomics Society.










