Meira enn triði hvør næmingur í 6. og 8. flokki upplivir at verða órógvaður av snildfonum ella teldum í flokkinum.
Hetta vísa tøl frá sonevnda fólkaskúlapanelinum, sum danska Barna- og Mentamálaráðið setti á stovn, og sambært ráðharranum á økinum, Mattias Tesfaye (S), eru hetta "sanniliga ørkymlandi tøl".
- Skúlin skal ikki vera ein útbygging av tannáringakamarinum, sigur hann í tíðindaskrivi frá ráðnum.
Hann eggjar fólki til at lata telduna vera í taskuni og at læsa fartelefonirnar inni bæði í undirvísingini og í fríkorterinum.
- Og internetið skal avmarkast við einum firewall, sum sløkkir online spøl, shopping, TikTok og alt annað, sum órógvar og forðar fyri hugdýping, sigur hann í tíðindaskrivinum.
Tesfaye vísir á, at ráðið gav út nýggjar skermreglur til skúlarnar fyri summarfrítíðina. Og tey hava í stóran mun fylgt teimum. 84 prosent av skúlunum svara, at teir hava sett leiðreglur í gildi fyri nýtslu av snildfonum.
Hóast tað eru næmingarnir soleiðis órógvaðir.
##med2##
Tesfaye upplýsir eisini, at hann hevur biðið um eina aðra kanning av talgildu órógvunum. Hon skal vera liðug við endan av hrsum skúlaári.
Fólkaskúlapanelið er mannað við 237 fólkaskúlam, sum taka lut í kanning, har leiðarar, lærarar, námsfrøðingar og næmingar á útvaldum almennum skúlum og sjálvstøðugum fólkaskúlum svara einum hópi av spurningum.
Í kanningini svaraðu tey eisini, hvussu ofta talgild tól verða nýtt til uppgávuloysnir. Her svara 43 prosent av næmingunum, at teir brúka talgild tól í flokkinum í meira enn tríggjar tímar ein vanligan skúladag.
Harumframt kennir nærum helmingurin av lærarunum, at valið av analogum undirvísingartólum ikki er nóg mikið.
/Ritzau/