Telefonin var við tunnilsmunnan

Avhoyringarnar í sambandi við Pidda-málið hava í morgun snúð seg um tekniskar frágreiðingar av ymsum slag.

Ein serfrøðingur frá Føroya Tele hevur greitt frá, at fartelefonin hjá Pidda var við tunnilsmunnan á Norðoyatunlinum á veg út Leirvíksmegin, tá maðurin, Piddi hevði ringt til um náttina, royndi at ringja aftur klokkan 8.54 fríggjamorgunin.

Ein teknikari frá fra Dansk Kriminalteknisk Laboratorium greiddi frá, at tað kundi ikki sigast við 100 prosent vissu, at pannan varð nýtt at drepa Pidda við, men talan var um ein flatan lut.

Eisini greiddi hann frá, at merkið, ið varð funnið á høvdarlagnum á seingini hjá Pidda, ikki stavaði frá einum knívi.

Hesin danski teknikarin váttaði, at millumstykkið, sum varð funnið í sovikamarinum hjá Pidda, hoyrdi til pannuna og hondtakið, sum varð funnið heima hjá ákærda manninum.

Avhoyringarnar verða eisini seinnapartin.